HEIM
16.10.2015

Økispsykiatriin

Í samband við virksemi hjá Økispsykiatriini í Norðstreymi, ið eisini fevnir um vestara armin av Skálafjørðinum, skipar Psykiatriski depilin fyri eini røð av fyrilestrum komandi mánaðirnar. Fyrilestrarnir verða í felagsskúlanum á Oyrabakka.

Ætlanin er at skipa fyri 5 fyrilestrum, har fokus verður sett á sálarheilsu og sálarsjúk, hvørji eru eyðkennini, hvar kann ein venda sær, og hvørja hjálp kann ein fáa.

Eins og við øllum øðrum sjúkum er umráðandi at fáa staðfest so tíðliga sum gjørligt, um talan er um sjúku, so viðkomandi kann fáa skjóta og rætta viðgerð.

Fyrsti almenni fyrilesturin um sálarsjúku og sálarheilsu verður á Felagsskúlanum á Oyrarbakka hóskvøldið 22. oktobur kl. 19.

Tormóður Stórá leiðandi yvirlækni og serlækni innan psykiatri á Psykiatriska deplinum, kemur at halda fyrilestur um evnið.

Høvi verður at seta spurningar og kaffi verður í steðginum.
Øll eru hjartaliga vælkomin

Økispsykiatriin/Psykiatriski depilin