HEIM
11.05.2016

Ódnartøk í Runavík leygardagin

Leygardagin 14. mai kl. 13.00 verður kappróður á stuttum teini í havnarhylinum í Runavík - hetta er róður, sum hesi seinastu árini hevur gingið undir heitinum "Ódnartøk". Róður av hesum slagi er royndur einaferð fyrr í Runavík, tað var í fjør, og eydnaðist hesin framúr væl.

Hetta er onnur ferðin at róð verður á hendan hátt í ár. Rógvið varð í høvuðsstaðnum fyri kortum og næsta ferðin verður á vágni í Vestmanna, tá ið bátafestivalur verður hildin í bygdini, og eftir tað byrja veruligu róðrarnir á føroyskum vágum og firðum um hvør, ið skal gerast føroyameistari í ymsu bátastøddunum í 2016, m.a. á Eystanstevnu í Runavík hin 18. juni.

Tað er ókeypis atgongd til róðrarøkið leygardagin, og tað er hendinga áskoðaravinarligt kring um hylin, har til ber at standa framvið flakavirkinum hjá Faroe Origin ella vestaru megin á Rókakeiuni.

Fyriskipararnir boða frá, at bátarnir kunnu flotast við neystið hjá Kappróðrarfelagnum NSÍ - Niðri á Støð á Glyvrum.