HEIM
23.06.2018

O Jogo Bonito

Røða, sum Torbjørn, Jacobsen, borgarstjóri, helt á bygdastevnuni á Skála 22. juni 2018:

Einaferð var tað bara éin serstakur fríggjadagur í lívinum hjá okkum, sum eru partar av kristnu læruni, og sum tignarliga halda hendan dagin, táið upphavið, Guðs sonur, Menniskjusonurin, var fyribeindur á rómverska krossinum, á Golgata heygnum í útriðju Jerusalems, fyri nærum tveimum millennium av árum síðani.

Nú er hvør fríggjadagur serstakur og drúgvur. Ludomaniin hevur tikið hvørkratak um eina heila tjóð. Frammanfyri glampandi sjónvarpsskíggjan liggja vit knælandi fram á altarið og bíða eftir mammon. Sjálvt Guð kennist fjarur hesa løtuna. Ein samfingin national ludomanisk psykosa hevur hertikið okkara fólk, alt annað í landinum má dvína fyri einum bingospæli, har ið vinningurin nú nærkast fýra milliónum krónum. Hjólið tykist vera so snildisliga samanskrúvað, at gyrðni naglin røkkur ikki leypunum, heldur ikki nú, táið til ber at velja teir allar í senn. Alt er søtt hjá tí svanga, tí eru fólk eisini farin at sættast við teir smærru vinningarnar, sum um ikki annað kunnu fíggja eina uttanlandsferð. Spælisjúkan heldur fram og avleiðingin er, at fríggjadagurin ikki er tøkur hjá t.d. ítróttarfeløgum, at skipa fyri góðum og neyðugum tiltøkum í heimbygdini. Tað, at Gekkurin er settur á skrá – á stórskíggja - fyri eitt hald sum hetta, sigur alt um ringa standin, tí fari eg enn einaferð at heita á nationalu public service rásina, Kringvarp Føroya, um at flyta hetta eydnuhjólið til eina aðra og høgligari løtu í vikuni. Bara fyri at samfelagið kann virka og fólk kunnu trívast uttanfyri vinningin, sum tey ongantíð fáa hendur á.

Í hesum døgum, tó tíðaravmarkað, rekst annar leikur fram úr skíggjunum. Fótbólturin. Skjótast vaksandi peningamaskinan í heiminum. Hóast eg ongantíð havi tímað at spælt í Gekkinum, tíansheldur verið á bingo, so hevur knattspyrnan – sum teir fornnorrønu róptu leikin – snúgvið sær inn um eitt veikt portur í sálarbarrieru míni. Fyri tað mesta eru tað menn sum víggirða seg á hesum altarinum, við alskyns meiri og minni kvalifiseraðum meiningum um tað, sum fótbóltssnillingarnar úr øllum heimsins heraðshornum fremja á vølli. Sum kunnugt sita teir bestu bóltleikararnir altíð á lektarunum – áskoðaraplássunum. Í tí meinginum – segmentinum - finnur tú eisini teir bestu dómararnar. Leikt verður í hesum døgum kring um russiska stórríkið og so stóran týdning hevur hesin leikur í okkara tíð, at beinleiðis samskifti er ímillum Kremlovastan Vladimir Putin og landsliðsvenjaran Stanislav Cherchesov fyri og eftir dystirnar hjá heimaliðnum, sum er komið betri frá byrjan enn nakar væntaði.

32 lond kappast um heimsvaldið í fótbólti á russisku grasfløtunum. Tað hevur altíð verið hugfarsligt at skoða, hvussu heimliga mentanin hjá hvørjum einstøkum liði endurspeglast í leikinum. Hvør fuglur syngur við sínum nevi, og tað var kanska meiri eyðsýnt áður enn nú, at leikararnir úr Latínameriku, Miðameriku, Europu, Afriku og Fjareystri komu úr ymiskum jørðildum. Onkursvegna tykist tað eisini, sum at sambafótbólturin hjá brasilianarum hevur mist fótafestið ímóti topptunaðu kroppunum úr Europu, og táið so ein snillingur sum kroatin Luka Modrić verður skeklaður uppí høpið, hann er farin at líkjast alt meiri eini nútíðarútgávu av legenduni Johan Cruijff, so standa sjálvt ikki Lionel Messi og hansara menn fyri balkanska yvirvaldinum. Í Brasilia rópa teir fótbóltin fyri „O Jogo Bonito“ – tað vakra spælið – ein fragd fyri eygað, men spurningurin er bara hvussu langt tað røkkur í HM-endaspælinum í ár. Ber tað ongan veg, so verður tað undir øllum umstøðum eitt afturstig fyri fótbóltin sum listargrein.

Okkurt slag av hesum leiki hevur eftir øllum at døma altíð verið. Kinverjar leiktu bóltspæl við fótunum fyri 5 túsund árum síðani. Í Mexico og Miðamerika var gummibólturin sólin í heilagari ceremoni 15 hundrað ár fyri okkara tíðarrokning. Hetta sæst á málningum í Teotihuacan og Chichén-Itzá. Í Amazonfrumskógini í Bolivia runnu indiánararnir eftir einum stórum gummibólti og royndu at sparka hann ímillum tveir stólpar og úr Italiu vita vit, at Leonardo da Vinci var íðin fótbóltsfjeppari og at valdsfilosoffurin Niccolò Machiavelli var ein habilur leikari. Kortini siga vit, at bretar byrjaðu tað spælið, sum vit nú kenna.

Og nú er fótbólturin vorðin edilingasporturin hjá øllum heiminum. Í Føroyum megnar tjóðarítróttin – kappróðurin – nóg illa at halda stand. Sjálvt gamlir og trivaligir menn, sum eg, fáast við at spæla fótbólt, í mínum føri fyri tað mesta innandurað - heyst, vetur og vár. Tað hevur mikla eydnu við sær hvørja ferð, og vinnarainstinktið er ikki viknað, hóast ferðin er minkað orsakað av tálgafitaðari polstring.

Men hvat er hetta í grundini fyri eitt spæl? Ella er hetta annað og meiri enn eitt spæl, nú so mong onnur áhugamál hava krøkt seg í fótbóltin? Fótbóltur er so mangt. Kanska er hann fyrst og fremst eitt slag av sjónleiki, har stórar persónsmenskur og lið í ógloymandi dystum fara ígjøgnum stór menniskjanslig drama. Fótbóltur er eitt kontrollerað eksperimentarium, har tú sært samanstoytin ímillum vilja og tilvild, ímillum individ og kollektiv, ímillum skilagóðar ætlanir og ringasta dølsni. Tað er í grundini ikki so nógv øðrvísi enn at hyggja at einum filmi, kanska er fótbólturin minni kontrolleraður enn kykmyndin, - tí er venjarin, sum skal liggja á takinum stútt og støðugt, so serliga avgerandi. Hann skal kollektivisera og sambræða uppvøksturin, ræðsluna, hatrið, trauma´ini og sosiala útgangsstøði hjá hvørjum einstøkum leikara í eina vinnandi heild. Og ongin ivast í, at teir báðir Eyðun Klakstein og Sámal Erik Hentze høvdu sær hetta fyri eyga í granna- og kommunuuppgerðini í dag, sum endaði við javnleiki 1-1. Eftir at Petur Knudsen hevði skotið og Pætur Dam Jacobsen hevði stútað bóltin í skálagørnini norðari og syðri.

Leikararnir eru partar í einum stríði, sum snýr seg um heiður, stíl, professionalismu og nú eisini pening. Fjeppararnir, strongdir av harðari arbeiðsviku, standa framvið vøllinum og sita á lektarunum og blása tungar gerandistankar úr heysunum. Hetta er sum at syngja í kóri, øll hava sama og bara eitt fokus. Bólturin, leikararnir og úrslitið. Og tað besta við fótbóltinum er savningarmegin og burturfoykingin av sosialum ójavna, spælið sum í 90 minuttir megnar at fáa blikkenslagaran og milliarderin at standa undir liðini á hvørjum øðrum og í samróðri at hugsavna seg um eitt og tað sama, og rópa og geyla alt eftir hvussu tað vignast á vøllinum, uttan yvirhøvur at taka atlit til tað, sum hesir annars fáast við í gerandisdegnum. Tað er sum at fara í grind ella í bjørgini, tá eru allir líka og ongin er meiri líka enn ein annar.

Tað ber ikki til at yvirmeta týdningin av einum vælvirkandi ítróttarfelag í einari bygd ella einari kommunu, og tíbetur eiga vit fleiri av teimum. Í dag heldur Skála Ítróttarfelag bygdarstevnu og felagið hevur havt, hevur og fer at hava ein kolossalan týdning fyri hesa bygdina, fyri ikki at siga alla vestursíðuna á fjørðinum, í árum sum koma. Fyri børn, unglingar og vaksin. Savningar- og samleikamegina í hesum skilir ein bert, um man hugsar um, hvør støðan hevði verið, um felagið brádliga ein dagin slóknaði, og ongin vildi kennast við tað. Hetta er fremsta sosiala høpið í bygdini, sum í flestu bygdum og býum, og eg kann endurtaka tað, at ítróttarfeløgini eru bíligastu sosialu stovnar, sum finnast í landinum, tí eiga býráðspolitikarar at vera góðir við hesi feløgini, líkamikið hvørji tey eru, hvar tey eru og hvaðani tey eru. Tað ræður um at lynna, men ikki meiri enn hartil, at lynningin ikki køvir eginuppdriftina í bygdini sjálvari. Føroyska orðatakið: Ongin veit av søtum at siga, fyrr enn hann á beiskum bítur, er sera hóskandi í so máta. Táið alt rennur sum eftir ánni, tykist tað so sára lætt, men tað liggja ótaldir ósjálvsøknir tímar handan hetta verk og halda vit ikki stiminum uppi, áhaldandi, so kann tað vera skjótt at kontaktin slóknar, og bara hin beiski bitin er tá eftir at piða burturav beininum.

Á onkran hátt kann ein kommuna samberast við eitt HM í fótbólti. 15 bygdir eiga Runavíkar kommunu. Tær liva sítt lív og skulu sleppa at liva sítt lív. Leikurin er ymiskur hareftir. Umráðandi er, at bygdirnar varðveita sína egnu mentan, sum sæst aftur í málinum og dialektunum. Hesin fjølbrigdaði strongur fremur eitt einastandandi ríkidømi, í hvussu er í mínum høvdi. Tí kenni eg tað ikki sum eina skyldu, heldur sum eina náðigávu, sum eina stóra uppliving, táið stundir eru at aka úr miðsavningini eystanfyri fyri at tosa við tey, sum tíbetur hava valt at búleika í bygdunum kring um – norðari og syðri. Bara fyri at taka eitt dømi av nógvum, sum ger mær stóran mun, tað er, táið eg eri til guðstænastu í Elduvík. Aðrar staðir hava tey ravmagnsknøttar sum syfta kúlvin í klokkuna, men í Elduvík er øðrvísi. Táið djáknurin hevur sagt amen í útgangsbønini, tástaðni hevjar klokkarin seg úr sæti frammi í kór. Gongur oman ígjøgnum skipið, út í forkirkjuna og hagani uppá loftið. Táið tú hoyrir venanina frá trapputrinunum undir fótum og tyngd Dánjal Martins, tá fer tú at hugsa um klokkaran úr Notre Dame kirkjuni í París, sum rithøvundin Victor Hugo skrivaði so væl um á sinni. Gomul siðvenja sigur Dánjal fyri mær, og eg svari aftur: Ein siðvenja sum má varðveitast, hóast tað tekur einar 5-6 minuttir frá tí at útgangsbønin er lisin hagartil biðisløgini verða sligin. Vinningurin er hugsavning og bíðanin eftir biðjandi tøgnini. Avstrongjan, sum so stórur tørvur er á í okkara talgildu tíð.

Skála hevur eisini sínar stórbæru eginleikar. Bygdin sum liggur mær nærri undir húðini enn tær flestu. Eigi heilt væl av fjølskyldu her, nærri og longur burtur. Plagi at siga, at eg eri skyldur við hálva bygdina, og tað man vera á einari leið, tí tað eydnast sum oftast slektini at fáa annan av tveimum býráðslimum inn í forstandaraskapið. Jóhanna, kona Skála Petur, sum vit róptu hann, Petur í Uppistovu, var abbasystir mín. Har vitjaðu vit í mínum barnaárum, onkuntíð í fleiri dagar, og tað var vorið sum útferð. Slektin hevur altíð havt eitt sjáldsama gott samband og samskifti, tí var tað í sínari tíð so sára sjálvsagt, at hin nýsligni teologurin Petur Martin Rasmussen, trímenningurin, helt jarðarferðartaluna, táið abbabeiggi mín, framtaksmaðurin á vinnumótum, Jóan Pauli Gregersen, bróðir Jóhonnu, varð jarðaður úr Gøtu kirkju í 1964. Hóast eg bara var 8 ára gamal, minnist eg, at hann tók til sloganið hjá Palle Gubba og Gregersen slektini: „Lad ikke modet falde!“ Omma mín í Gøtu, sum sjálv var vinnurekandi, eitt satt konubrot, hevði ein brennandi áhuga fyri øllum sum hevði við vinnu at gera, og fór ein nýbygningur úr barkastokkum á Skála, so varð útferð gjørd fyri at skoða verkið og framtakið. Seinri havi eg brúkt ótaldar tímar á skipasmiðjuni sum dekkari, skipari og útgerðarmaður. Minnini eru góð frá tí tíðini. Og tað frøir meg almikið, at skipasmiðjan nú aftur liggur fyri at fara undir ein nýbygning – hesaferð nýggja havrannsóknarskipið, sum tær almennu Føroyar hava so ríkiliga brúk fyri. Vónandi kann hetta hava tað við sær, at skipasmiðjan aftur gerst miðásin í vinnuliga verkinum á Skála.

Skála er ein heild, sum stendur uppi av sær sjálvari. Tað er sjáldsamt, at ein bygd, við lutfalsliga so fáum fólkum, megnar at halda fast um sína positión í fremstu deildini í fótbólti, eisini í kvinnufótbóltinum standur hon mát, og væl tað, - hetta boðar frá megi, góðari fyriskipan og samanhaldi. Úti við Prestá hava tit skapt og sniðgivið eina sanna perlu, sum fólk úr øllum landinum ynskja at vitja. Gekk mær ein túr við Tummasi - Mikael - ein dagin, í øllum økinum, og har rýkur av nógvari søgu. Ormur bóndi og Poul Poulsen huseraðu her í farnari tíð. Hesin seinri festi Ytra Skála garð í 1690 og smíðaði fyrsta føroyska verjuskipið fyri Frederik von Gabel. Eitt tíggjumannafar. Pól var langabbi Nólsoyar Pálls. Í Fornminnafelagnum er framskrúvað, kirkjan er hegnisliga útbygd, ítróttarhøllin er umvæld, FIFA-vøllurin er komin, spæliplássið við, sambýlið er tíbetur latið uppaftur, tað søguna lata vit liggja ídag, ein útstykking stendur fyri framman í Hornabønum, Óli Petersen teknar sum ongantíð áður, nú hann er farin um kappaaldur, ljósini um vøllin eru í væntu og Janus Uldall og sveinar hansara eru farnir undir at smíða eina nýggja kahytt úti við bátahylin - í grannalagnum hjá Sjúrði hjá Dánjal Jákupi og egingarskúri teirra. Og tøkk skulu skálafólk hava fyri vatnið, ið kom so sera væl við í øllum turkinum herfyri.

Nú eg nevndi útstykkingina, kom eg at hugsa um Niðagrísin og Loddasar stein. Steinurin stendur í syðra jaðara á Hornsgøtu, og hann skal varðveitast, tað havi eg lovað Eyðbjørg Thorleifsson, sum gjørdi meg varðugan við plaseringina. Men tað er kortini ein søga higani, sum er meiri sigandi enn nógvar aðrar søgur. Hon er um Risan og Lokka.

Jakob Jakobsen, doktari, nevnir hann Lokka av Skála, tó at skálabygd ikki er nevnd í søguni. Men Lokkanavnið er í fleiri staðarnøvnum á Skála og nærindis: Lokkamørk, Lokkafelli og Lokkafalsgjógv. Lokki er húskallur hjá Risanum. Tvær ferðir tríggjar ferðir lumpar Lokki Risan. Tríggjar tær fyrru ferðirnar skuldu Risin og Lokki bera hvør sína byrðu. Risin eina stóra og Lokki eina lítla; Risin ein oksakropp, Lokki høvdið; Risin eitt stórt træ; Lokki eitt lítið; og triðju ferð er tað eina vatntunnu. Í somu løtu Risin fer til gongu, leggur Lokki sína byrðu oman á Risans og setir seg sjálvan oman á rokan. Hann loypur av, áðrenn Risin varnast, at hann hevur borið báðar byrðarnar og Lokka við. Táið teir kóka kjøt, sløkkir Lokki eldin undir pottinum tí megin, hann situr, og biður Risan trimma dúgliga sínumegin. Hetta ger Lokki fyri at fáa fløtið at renna yvir til sín. Táið kókað er, leggur Lokki uppúr. Hann sker kjøtið uttan av beininum og leggur tað í ein part; beinini leggur hann í ein annan og leggur so ein stóran feitan bita oman á beinini. Risin sleppur at velja og „krámar eftir tí feita partinum“. Fyri at fáa beint fyri Risanum, drepur Lokki hanan hjá honum og setir seg sjálvan upp á vaglið at gala, fyri at fáa Risan at vakna. Táið Risin hoyrir hanan, tað er Lokka, gala, fer hann fram. Tá hevur Lokki gløtt eina jarnstong, sum hann rennur í eygað á honum, so hann doyr. Spell, at Risar altíð eru so býttir. Men ein troyst er, at Lokki á Skála er klókari enn Risin.

Nú doyði ongin av seinasta býráðsvalinum og tað kunnu ongar samanberingar gerast yvirhøvur, men eg kom at hugsa um ræstkjøtaveitsluna hjá Garðalíð - valkvøldið í 2016. Hann var uppstillaður, og tað var Hans Jákup eisini. Garðalíð kókaði av grimd og legði uppúr, sjónvarpið var á staðnum, ræst kjøt úr Vestmanna skuldi verið gott fyri atkvøðuteljaran. Fólk valfartaðu til valevnini, vildu vita hvat tey ætlaðu, komu tey inn, men Hans Jákup hevði ikki stundir at tosa, hann rak guerillakríggj frá hurð til hurð, meðan Garðalíð var bundin av opna eldinum og kókigrýtuni. Spurdi onkur Hans Jákup hvussu bleiv, varð hann valdur, svaraði hann bara: Valveitslan verður niðri hjá Garðalíð. Og so varð. Garðalíð helt veitslu fyri valda býráðsliminum Hans Jákupi, kortini bleiv navigatørformaðurin suppleantur hansara, og tað hevur verið mikið hugnaligt og hugaligt at havt navigatørkollegan í býráðnum tær ferðirnar, hann hevur stigið um gáttina í fráveru Hans Jákups.

Minnist eina tíð
full av vøkrum vónum
heimurin lá opin fyri mær
vildi sleppa út
fjakka púra frælsur
kenna tað at liva
uttan bond
bara vera

Soleiðis tekur skálamaðurin Hans Jacob Kollslíð til í einum sangi á nýggju og framúr góðu fløguni – Portur - hjá søldfirðinginum Hans Mariusi Ziska. Er høvdið fult av vónum, andin frælsur og tú ikki letur teg avmarka av annara bondum, er kjansurin stórur fyri, at okkurt fer at eydnast hjá tykkum og okkum øllum.

Mátti stevnan vera tykkum til eydnu og byrurin verið bygdini blíður í ókomnum døgum.