HEIM
19.11.2014

Nýtt vøggustovutilboð tíðliga í 2015

Positiva gongdin í kommununi við fólkavøkstri og øktum barnatali gevur kommununi positivar avbjóðingar á barnaansingarøkinum.

Avgerð er tí tikin um at lata upp eina vøggustovu í Søldarfjarðar skúla, sum skal verða partur av Náttúrubarnagarðinum Sóljuhjarta. Ætlanin er at byrja við hesi vøggustovu 1. februar 2015.

Pláss verður fyri 15 børnum, og kemur kommunan við hesum at nøkta ansingartørvin næstu tíðina.

Tá Náttúrubarnagarðurin Sóljuhjarta verður liðugt útbygdur, so flytir vøggustovan í Sóljuhjarta.

Umsitingin fer í næstum at venda sær til foreldur við tilboð um ansingarpláss.