HEIM
04.05.2016

Nýtt tak og gólv í ítróttarhøllini á Skála

Fleiri stórar dagføringar eru gjørdar í  ítróttarhøllini á Skála seinnu árini. Klædningurin á sunnaru og eystaru síðum er skiftur, og umklæðingarhølini eru dagførd. Í ár verða takið og gólvið skift.

Mánadagin 2. mai skrivaðu Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, og Torben Nielsen, stjóri í TN Bygging, undir avtalu um at skifta tak á ítróttarhøllini á Skála. Verkætlanin er mett at kosta slakar 1,8 mió kr., og verður farið í gongd beinanvegin at taka av verandi takplátur, fyri síðani at leggja nýggjan dúk og aluminiumstak.

Arbeiðið at skifta gólvið í høllini er longu farið í gongd. Virklund Sport stendur fyri tí arbeiðinum, sum kostar um 1,2 mió. kr. Talan verður um nýmótans ítróttagólv í nógvum løgum, sum vit eitt nú kenna tað frá Bylgjuni í Runavík. Nýggja gólvið verður liðugt í summar, soleiðis at vetrarítróttirnar kunnu byrja aftur til vanliga tíð.