HEIM
07.06.2013

Nýtt skótahús og 30 ára stovningardagur hjá KFUM-skótunum

9. juni hava KFUM-Skótarnir við Løkin 30 ára jubileum. Umframt hetta fara teir eisini at taka nýggja skótahúsið í brúk.

Hetta verður hátíðarhildið við almennari móttøku leygardagin 8. juni.

Byrja verður við gudstænastu í Glyvra kirkju kl. 13:00, sum úlvar og skótar skipa fyri, øll eru vælkomin.

Kl. 14:00 verður húsið tikið alment í brúk. Hornorkestrið spælir, bólkaráðsformaðurin sigur nøkur orð og snórurin verður kliptur. Síðani er opið hús til kl 18:00. Bjóða verður smyrjibreyð og kaka. Møguleiki verður eisini hjá børnunum at royna ymiskt skótavirksemi.