HEIM
23.12.2009

Nýtt skip til Runavíkar

Enn eitt skip gerst nú partur av føroyska farmaskipaflotanum. Tað er Frakt & Sandsølan í Runavík, sum hevur økt um farmaskipaflotan.

Felagði Frakt & Sandsølan í Runavík hevur nú fingið eitt skip aftrat. Talan er um farmaskipið Sava Hill, ið hevur havt heimstað í Panama.
Sava Hill verður skrásett í føroyska flotanum í næstu viku, og heimstaðurin verður Runavík.
Álvur Højgaard, reiðari, vil ikki upplýsa keypsprísin, men sigur, at hetta er eitt skip, sum ofta hevur verið í Føroyum við last.
Nýggja skipið hjá Frakt & Sandsøluni kemur at sigla mest millum Føroyar og Noreg við rávøru til fóðurframleiðslu.
Við portalin www.skipini.com sigur reiðarin, at Sava Hill fær navnið Havnes.
Havnes er góðar 75 metrar langur og 14 m breiður. Skipið, sum er smíðað í 1991, hevur eina deyðvekt uppá 3100 tons.