HEIM
06.12.2013

NÝTT JÓLALAG FRÁ BEINIR

Beinir Troest Rasmussen, sum í summar gav út fløguna Kom við, har hann sjálvur skrivaði orð og
løg til teir 10 sangirnar á útgávuni, gevur nú út eitt nýtt jólalag.

Beinir sigur, at hann gjørdi størsta partin av lagnum nakað fyri jól í fjør, men at tað ikki hava verið
stundir at gera lagið liðugt fyrr enn nú, eftir at nógv orka hevur verið løgd í arbeiðið við fløguni og
ikki minst at spæla live, eftir at fløgan kom út.

Tá hann byrjaði at skriva lagið, ætlaði Beinir, at tað skuldi verða ein lívligur jólasangur, men tað var
ikki fyrr enn fyri stuttum, at hann fann uppá at blanda eitt sindur at rappi uppí. Vit kunnu av røttum
siga, at brotið við rappinum gevur lagnum ein serligan dám. Tað er ikki nógv rapp at finna í føroyskum
jólatónleiki, men Beinir hevur fingið tað at sita. Tað er Sasho Bjartsson, sum gevur Beinir eina rappandi
hond í nýggja jólalagnum.

Hjalti Joensen hevur lagt til rættis, spælt ljóðførini og tikið upp, meðan Finnur Hansen hevur ljóðblandað.

Trýst her fyri at hoyra nýggja lagið: https://soundcloud.com/finnurhansen/kennir-t-hesa-j-lat-beinir