HEIM
03.11.2010

Nýtt Gallarí

Í morgin letur eitt nýtt gallarí upp í Saltangará.
Gallarí Elisabeth er navnið á nýggja gallarínum, sum er í gomlu kioskini hjá Elisabeth. (har sum klaverstemmarin helt til, í smáu húsunum norðanfyri Eysturoya Heimavirkið)

Tað er listamaðurin av Glyvrum, Harry Knudsen sum kemur at umsita húsið og tann fyrsti, sum fer at sýna framm verður Hilmar Højgaard av Saltnesi.
Skeltið á húsunum er ein mynd hjá Harry Knudsen sum er framleitt av "Skeltið"
Gallarí Elisabeth letur upp mikudagin 04.nov.2010 kl 17.00