HEIM
28.11.2007

Nýggjur vegur millum Skála og Strendur.

Leygardagin 17. nov. varð skipað fyri heilsurenning eftir tí 4,3 km. langa vegnum millum Skála og Strendur. Hóast veðrið ikki var av tí besta, vóru nógv, ið hættaðu sær út at ganga og renna. Farið varð av Hulki kl. 12.00 og komin á mál, skar Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, snórin. Síðani vóru øll boðin í ítróttarhøllina á Skála til gløgg og holukøkur.

Samb. heimasíðuni hjá Landsverk, er vegurin 4,3 km. langur, vegbreiddin er 7 m. við 1,5 m. vegøksl báðumegin.

Fyri bygdirnar Skála og Innan Glyvur merkir henda nýggja farleið, at nógv minni ferðsla verður gjørnum bygdirnar. Ferðslan er nógv, og tá fjørðurin verður bundin saman, verða uppaftur fleiri, ið fara at nýta hesa farleið.