HEIM
13.05.2015

Nýggjur vatnbrunnur og reinsiverk í Funningi

Týsdagin 12. mai var nýggi vatnbrunnurin og reinsiverkið í Funningi tikið alment í nýtslu.

Lokalnevndin, tekniski leiðarin og vatnmeistarin og hansara menn vóru til staðar, tá borgarstjórin Magnus Rasmussen trýsti á knøttin og setti vatnbrunnin og reinsiverkið til.

Vatntrupulleikin í Funningi er nú loystur, og hevur Funningur nú eina góða og stóra vatngoymslu, samstundis sum reinsiverkið er útgjørt við bestu tøkni, sum ger, at øll myndugleikakrøv verða væl og virðiliga uppfylt.