HEIM
10.03.2008

Nýggjur prestur í Sjóvar prestagjaldi

Eftir at Jógvan Fríðriksson gjørdist bispur, hevur eingin prestur verið í Sjóvar prestagjaldi, sum eisini umfatar fleiri bygdir í Runavíkar kommunu. Í gjár, 9. mars, var so Henning Bøgesvang innsettur sum avloysaraprestur fram til august í ár, tá prestastarvið á Gjaranesi væntandi verður sett. Henning Bøgesvang hevur búsett seg í Søldarfirði.