HEIM
30.05.2017

Nýggjur leiðari settur á Kunningarstovuni í Runavík

Herbjørg Jøkladal, sum hevur røkt starvið sum leiðari á Kunningarstovuni í Runavík síðan 2006, hevur ynskt at arbeiða partstíð og sleppa undan leiðsluábyrgd. Tí hevur Runavíkar kommuna søkt eftir nýggjum leiðara, og Býráðið hevur nú sett Marjun Niclasen í starvið. Marjun er útbúgvin cand.mag í miðlan/samskifti og filmsvísindum. Harafturat hevur hon fleiri viðkomandi skeið, m.a. í leiðslu.

Hon hevur frammanundan arbeitt í umsitingini í aðrari kommunu og er von at samstarva tvørtur um deildir og stovnar. Innan ferðavinnu hevur hon lagt kunningartilfar til rættis, verið við í filmsframleiðslu og samskipað tiltøk av ymsum slagi, m.a. menning av ferðavinnu í útjaðaraøki. Kunningarstovan verður nú, umframt nýsetta leiðararan, mannað við 2 øðrum starvsfólkum, sum halda fram í partstíðarstarvi.

Marjun skal vera vælkomin, og Runavíkar kommuna ynskir henni blíðan byr í nýggja starvinum, sum hon byrjar í 1. juli.