HEIM
01.12.2017

Nýggjur leiðari settur á Barnagarðinum á Mýrunum

Runavíkar býráð hevur á býráðsfundi 30.11.2017 tikið avgerð um, at seta Oslu Olsen sum leiðara á Barnagarðinum á Mýrunum í Runavík.

Osla er útbúgvin bachelor í námsfrøð og hevur tikið kandidatgrad í pedagopgiskari sosiologi. Frá 2004 fram til í dag hevur Osla starvast sum námsfrøðingur á dagstovnaøkinum og seinasta árið sum varaleiðari á Barnagarðinum á Mýrunum.

Osla byrjar í starvinum 1. januar 2018.

Runavíkar kommuna ynskir Oslu Olsen góða eydnu í starvinum.