HEIM
19.03.2010

Nýggjur endurnýtsluhandil í Runavík

Leygardagin 20. mars kl. 11.00 letur ein nýggjur endurnýtsluhandil upp í Runavík. Tað er Blái Krossur, sum frammanundan hevur ein endurnýtsluhandil í Havn, sum nú eisini kemur at reka henda handil.
Endurnýtsluhandilin heldur til í nýístandsettum hølum, har sum tógvhandilin og lampubúðin hjá Mathias Davidsen fyrr helt til.
Talan er tó ikki um ein heilt nýggjan handil. Grundarlagið undir hesi Blákrossbúð, er tann fyrrverandi Sudanbúðin á Glyvrum, sum Mission Afrika hevur rikið í nøkur ár. Mission Afrika ynskti at gevast við endurnýtsluhandlinum og spurdi í hesum sambandi, um Blái Krossur var áhugaður í at yvirtakað hann.
Hjalmar Hansen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi, sigur, at henda áheitan hóskaði stak væl til ætlanirnar hjá Bláa Krossi og tí var avgjørt at yvirtaka Sudanbúðina. Tó er avgjørt at flyta handilin og verður hann eisini opin hvønn dag.
Endurnýtsluhandilin í Runavík ber eisini navnið Blákrossbúðin, eins og í Havn. Úrvalið kemur mest at vera klæðir, men eisini smærri brúkslutir, smykkur og leikutoy verður selt í endurnýtsluhandlinum.
Í samband við at Blákrossbúðin í Runavík letur upp leygardagin 20. mars, verður skipa fyri móttøku kl. 11.00, har Hjalmar Hansen, aðalskrivari bjóðar vælkomin og Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu ber fram heilsan. Eisini verður sangframførsla við Emil Thorleifssyni.
Handilin verður opin mánadag til fríggjadag frá 13.00 til 17.30 og leygardag frá 10.00 til 13.00.