HEIM
08.01.2016

Nýggjársrøðan hjá Hans Jákup Johannesen 31.12.15

Til nýggjárshaldið á Skála 31.12.2015, helt Hans Jákup Johannesen hesa nýggjársrøðu.

Góðu borgarar og gestir á Skála
Fyri uml. 25 árum síðani skipaði táverandi bygdaráð á Skála fyri nýggjarshaldið her uppi í høllini, og hevur tað verið ein fastur siður síðani tá. Røður hava verði hildnar øll hesi árini.

Fyri trimun árum síðani helt Herolvur Joensen røðu, hann hugleiddi um Skála bygd.

Fyri fýra árum síðani var tað Zvonku, sum helt røðu og hugleiddi hann um sítt heimland og síni barna ár. Hann kom inn á alt tað góða sum var í Føroyum og at Føroyar var eitt paradís á jørð.

Í 1996 silgdi eg hjá Maersk Sealand, og komu vit tann eina túrin til Columbu høvustaðin í Sri- lanka.

Um kvøldið sigur maskinstjórin við meg: Hans, kom við mær og fyrsta meistara ein túr í býin, vit skulu niðan í paradísið. Hetta var eitt stórt og flott hotel.

Á veg niðan til hotellið sá eg tað stóra fátækdømið, sum var í hesum býi. Gøtuseljarar og biddarar fylgdu okkum allan vegin til hotellið.

Stutt áðrenn vit komu til hotellið, møta vit einum manni, hann var klænur, hevði langt hár og tómleikin lýsti út úr eygum hansara. Stutt áðrenn vit møtast, leggur hann seg niður á gongugøtuna og vóru vit noyddir at ganga rundan um hann.

Eftir hesa hending eru hesi orð ofta komin til mín. Tað sum tit hava gjørt ímóti einum av hesum minstu, tað hava tit gjørt ímóti mær.

Tá vit komu til gøtuna sum førdi til hotellið, stóðu tveir vagtarmenn við høvuðsvegin. Ein gul strika var málað á gøtuna. Tá vit skuldu fara yvir um hesa striku, steðgaðu biddaranir og gøtuseljaranir á. Teir høvdu ikki loyvi at fara forbí hesa striku og eftir hesi gøtu sum førdi til hotellið.
Fram við gøtuni vuksu stór trø, so man ikki skuldi síggja tað stóra fátækdømi sum var í býnum.
Inni á hotellinum var tað reina luksus við fleiri gullforættningum, uttanfyri var eitt mini Tivoli til børnini, sum vóru gestir á hotellinum. Har vóru tríggjar resturatiónir, á tí einu resturatiónini var ein tænari til hvønn gestin. ( Jú hetta var í tí løtu Paradís á jørð )

Er Skála Paradís í Føroyum, henda spurning kunnu vit seta okkum sum her búgva.

Alt mítt lív havi eg búð á Skála og var hendan bygdin eitt gott pláss at vaksa upp í.
Vit spældu nógv niðri í fjøruni. Um kvøldanar kundu vit spæla t.d. gevi ljóð ella senda signal. Vóru vit ikki nøgd við tað, so fóru vit at gera ónáðir hjá onkrun, sum vit kundu fáa út at renna eftir okkum.

Her var nógv arbeiði í Turkihúsinum. Til tíðir var so nógv arbeiði, at vit børn fingu loyvi at arbeiða eftir skúlatíð.

Á Skála Skipasmiðju var nógv arbeiði og komu fólk úr øllum landinum til Skála at arbeiða, familjur fluttu her at búgva og fleiri lærlingar fingu sær maka ( konu ) av Skála.
Skipasmiðan hevur upplært nógvar lærlingar, fleiri av hesum hava leiðandi størv í dag, bæði her heima og úti í tí stóru verð.

Bygdin mentist og vaks. Her komu fleiri hús, vøllur bleiv gjørdur og seinni kom ítróttarhøllin, nýggjur skúli kom, her vóru 3 bankar, lækni, tannlækni, fleiri forrætningar, posthús og fleiri einstakar virksomheitir.

Fyrsta juni 1994 var Eldrasambýlið á Skála sett á stovn og er tað 21 ár síðani. Vit á Skála, eru sera hørm um, at Runavikar býráð hevur samtykt at niðurleggja Eldrasambýlið.

Nógv er broytt hesi síðstu 10 árini. Hendan bygdin, sum var í vellmaktini í Føroyum, er meiri ella minni steðga upp.

Í dag eru 11 ár síðani Skála og Runavikar kommuna fóru saman í eina kommunu, fleiri arðar smærri kommunur komu eisini uppí samstarvið.

Var hetta ein fordeilur fyri Skála bygd, skal eg ikki svara uppá, men eg havi tað fatan, at fleiri av borgarunum á Skála ikki høvdu stemma fyri einari samanlegging í dag.
Havi sjálvur sitið eina setu í býránum og er mín fatan, at um ikki lokalpolittikarinir av Skála arbeiða fyri Skála bygd, so hendur einki her í bygdini.

Í kunningarskrivinum sum Runavíkar kommuna hevur sent út, vísir kommunan á fleiri ábøtur sum eru gjørdar og skulu gerast á Skála, hetta er okkara lokalpolitikkarum at takka fyri.

Tit/Vit Skála fólk
Skal bygdin vaksa og mennast meira, so mugu vit borgarar á Skála skapa nýggj arbeiðspláss og nýggjar karmar, so bygdin kann mennast, vaksa og blíva aftur Paradís í Føroyum.

Gott Nýggjár