HEIM
02.01.2012

Nýggjársrøðan hjá Tórbjørn Jacobsen

Mál og mið
Í ár, áratíggju, øldir og millennium hevur mannaættin staðið við hetta sama vegamótið. Við endan á praktiska og sjálvskapta tíðarmálinum, sum árið, í okkara føri í gregorianska kalendaranum, er. Hóast lívið hjá hvørjum einstøkum er flættað saman av ikki tíðarbundnum kordelum so brúka vit ársendan, ársskiftið, sum Vicarium Dei Gregor áttandi gav okkum, til at gera upp hvussu vignaðist í tí farandi, og hvørji málini og ýtini skulu vera, ið siglast skulu eftir, í hesum førinum í 2012.

Vit eru tann einasti skapningurin av øllum, sum hevur fingið nóg mikið av viti og skili til at hugsa strategiskt, evnini til at leggja ætlanir, ið røkka longur enn til at hella á grúkin, fylla vombina og at tøma hana aftur. Vit kunnu tó velja lutin at vera ein gastronomiskur rottangi, velja status quo og lata tilvildini leiða okkum út á villar víddir, men tað er ein háðan ímóti Skapanarverkinum, sum vit eru sett til at røkja. 40 ættarlið eru farin undan okkum, samfelagið er gingið í arv yvirum øll hesi skiftini í betri standi, og okkara skylda er tað at handa børnum, abbabørnum, ja, fjølskylduni um túsund ár eitt samfelag, ið stendur á klettagrund og sum javnvigar í burðardyggum jørðildi.

Tað hanga ikki allir lyklar við eitt grúpanslær. Kvalitetirnir eru so ymiskir, tí ger einstaklingurin lítið og onki einsamallur. Bara við at styðja uppundir hvønnannan, um tann góða lutin, í einum skipaðum og siviliseraðum samfelag, fæst skútan at ganga við framskrúvu. Eru ongir borgarar er ongin borgmeistari. Eru ongi verkafólk er ongin stjóri og er ongin manning er heldur ongin skipari. Hitt veikasta liðið er avgerandi. Í grundini stendur og fellur alt samfelagið alt eftir, hvussu vit fjálga um tað veikasta liðið. Líkamikið um tað eru medborgarar, aðrir livandi skapningar og ikki minst táið tað ræður um okkara fiskastovnar.

Í hesum døgum eru júst hundrað ár liðin síðan menniskjað legði útriðu heimsins undir seg. Antarktis. 14. desember 1911 setti Róald Amundsen stavin við norska flagginum á sjálvan Pólin. Hevði hesin pólfarin ikki sett sær miðið og málið frammanundan, at røkka sjálvum deplinum í ísoyðuni, so var hann ongantíð farin við "Fram" alla ta longu leiðina úr Noregi. Hann vitsti betri enn nakar, at romantiskir dreymar, at høg mið og mál, ikki vóru nóg mikið í sær sjálvum. Strategiskar ætlanir, knúgvafeitt, úthaldni, agi og ein topptrimmað konditión máttu sampakka, skuldi málið røkkast. Við sletuhundum hevði hann lagt depotir heilt suður á 82 stig. Seinastu 8 gradirnar skuldu knógvast við tí, sum sleturnar bóru og hundarnir formáddu sær.

Tá Róald hitti amerikanskar journalistar eftir ferðina, sum tá var ein líka stór hending sum mánalendingarnar í okkara tíð, og teir spurdu hann um hepni ikki var orsøkin til, at hann vann kapprenningina við Robert Falcon Scott, hvørs lík tá lá undirkavað skamt frá norska flagginum, svaraði hann:

Victory goes to the man
who has made all
arrangements in advance
People call it luck !

Defeat awaits the man who
has not taken the
nescessary measures in time
That is called bad luck !

Ekstrema lívið á markinum ímillum lívið og deyðan hevði lært hann, at miðini og málini skulu til, men standandi einsamøll gera tey onki. Heldur ikki skalt tú rokna við hepninum sum sjálvsøgdum viðleikara. Strategiski tankin og optimala fyrireikingin eru í minsta lagi líka neyðug. Infrastruktururin bjargaði honum. Hin óvanliga treysti grønlendski sletuhundurin bjargaði honum ferðina, ímeðan bretsku rossini hjá Royal Navy offiserinum vóru ov tung á sær á jøklunum, í ytstu útriðini hinumegin miðju jarðar.

Hóast øll tey tøkniligu framlopini síðani, sum hava minkað um treytanina frá natúruni, so er tyngdarmátturin, sum Ísak Newton setti orð á, framvegis galdandi. Øll tey fundamentalu viðurskiftini er tey somu, tí verða orðini hjá Róaldi Amundsen standandi sum ein ævinligur sannleiki.

Nú standa vit her í Heiðunum. Í Saltangará. Ein av mongum bygdum í Runavíkar kommunu, í Runavíkar býi hevði eg nær sagt. Hetta er miðja jarðarinnar í okkara hugaheimi. Ongin stendur tó einsamallur, onkursvegna eru vit flættað saman við øllum teimum 7 milliardunum av mannabørnum, sum í løtuni manna Klótuna. Ein óheppin avgerð í keypsskálanum í New York t.d. fær eisini ávirkan á gerandisdagin hjá mær og tær. Vit eru farin ígjøgnum ein rættiligan skúr heimsbúskapinum viðvíkjandi. Ríkiskassar eru lempaðir upp í privatar peningastovnar og aðrar fíggjarstovnar fyri at sløkkja tann ringasta eldin. Tað bar ikki til at liva av fiktivum virðum, sum um, at tyngdarmátturin var suspendaraður fyri tíð og ævir allar. Glantrileikurin gjørdist so tragiskur, at sjálvt demokratiskar samfelagsskipanir standa fyri falli. Upptakið er byrjað í Hellas og í Italiu, har akademiskir gráir teknokratar, sum hinir fyrr so generøsu kreditorarnir siga seg at hava álit á, nú royna at leggja skúturnar á rætta kós aftur.

Hóast vit eru ein partur av heiminum, alheiminum, so er okkara lutur fyrst og fremst at fáa lokalsamfelagið at virka sum best, eisini fyri at stuðla undir tað samfelag, tær Føroyar, vit eru ein partur av.

Borgmeistarin hevur í kunningarskrivi til okkum borgarar gjørt upp, hvussu hann sum evsti lokali myndugleiki heldur, at árið, sum endaliga er farið um nakrar fáar minuttir, hevur vignast okkum, eisini hevur hann gjørt eina meting um, hvussu leikur man fara í 2012, tá nýggjur forstandaraskapur aftur skal veljast. Ongin orsøk er tí til at leggja hesi viðurskifti á blik av nýggjum í nátt. Í stóran mun eru vit væl fyri, nakað av turbulensi hevur verið á vinnuliga økinum, men í dag ber til at siga, at vinnuligi infrastruktururin er dyggur. Handilsskapurin trívist. Ongin nevndur ongin gloymdur. Flestu funktiónir, sum framkomna menniskjan krevur, fyri at trivnaðurin í gerandisdegnum er hóskiligur, eru í grannalagnum. Skúlar, dagstovnar, læknar, tænastustovnar av ymiskum slagi eru við hondina.

Fram um alt ræður tó um ikki at liggja á boðunum. Hann, sum er mettur av døgum doyr, hóast hann livir. Latenta svongdin eftir frambrotum, strategisk hugsan um batar, er drívmegin, lokomotivið, sum skal gera samfelagið, eisini her um leiðir, til ein nógv betri stað at liva í. Tey sum nú manna býráðið hava lagt sína seinastu fíggjarætlan, í henni fáa vit ikki flutt ein stav. Spennandi verður at frætta frá teimum, hvørs ambitiøsu herðindi fara at røkka til ein kommunalan sess í 13, 14, 15 og 16, hvussu tey ætla at smyrja lunnarnar undir staðbundna kastalinum. Umframt tað sum skal til fyri at hella á grúkin, at fylla og at tøma vombina.

Fara tey at skjóta á fyri at fáa ein nógv saknaðan svimjingarhyl? Fara tey at geva ungdóminum meira ans, t.d. við at umskipa Runavíkar Mekaniska Verkstað til ein ungómscentral? Verður nakað gjørt við fyrrverandi popp- og rockmekka´ið Glyvra Bio? Fáa vit aftur eina gistingarhúsfunktión? Fáa vit fleiri matstovur, pubbir etc.

Fyrr lógu bygdirnar her um leiðir sum balkaniserað lendi, har traðarmenn og konur teirra royndu at lívbjarga sær sum frægast. Nú er alt samanbygt, bygdirnar eru vorðnar ein býur, men onkursvegna tykist tað, sum at verkliga menningin er farin undan okkara hugburði um, hvussu ein býur er samanskrúvaður. Hetta líkist eini yvirvaksnari bygd á fleiri mótum. Tørvur er á nøkrum býarfunktiónum, skal hetta gerast ein metropolur, har serliga ungdómurin skal trívast og verða verandi. Menniskjað livir sum sagt ikki av breyði eina. Uppaftur minni nú enn táið hesi orðini á fyrsta sinni vórðu søgd.

Týðandi er, at tey sum nú stjórna okkum, og tey sum ætla sær á kommunalu bekkirnar komandi árini, mótprógva kendu orðini hjá bretska filosoffinum Bertrand Russel: "Visindamaðurin stríðist fyri at gera tað ómøguliga møguligt. Politikarin stríðist fyri at gera tað møguliga ómøguligt."

Jólini eru farin og um eina løtu standa vit í einum nýggjum ári, sum heilt víst fer at geva okkum nakrar nýggjar avbjóðingar. Ongin orsøk er til stúran, men tað hevði onki gjørt, um vit brúktu hugsanina hjá norska pólfararanum í størri mun, tí vit hava ein einastandandi møguleika fyri at fremja tað góða samfelagið, so ríkiliga, sum hesi hálvt hundrað túsund fólkini eru vælsignað við natúrugivnum tilfeingi.

Eg sigi sum John Lennon: A very merry Christmas (sum nú eru farin), and a happy New Year (sum nú kemur), let''s hope it''s a good one, without any fear.
Takk fyri árið ið fer, og eitt happadrúgt og signað nýggjár fari eg til seinast at ynskja tykkum øllum. Mátti byrurin verið býnum og Føroyum til vildar í tíðini sum kemur. Gott nýggjár !

Attachment1: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/FB232055-057F-4B11-9A9E-3B77CB925C29/9F2F61F9-5007-4AE5-86D9-510F24D01C47.pdf