HEIM
02.01.2016

Nýggjársrøða hjá Magnusi Rasmussen 31.12.15

Gott kvøld øll somul – yngri sum eldri.

Eg takki fyri álitið at sleppa at siga nøkur orð til tykkara her í kvøld, nú vit skjótt sleppa hesum árinum, og vit bjóða tí nýggja vælkomnum.

Tíðin rennur sum streymur í á yrkir Fríðrikkur Petersen og verður hetta mangan tikið til, og hetta mugu vit enn einaferð ásanna, nú vit standa her í kvøld. Enn einaferð hátíðarhalda vit, at jarðarknøtturin hevur snúrað sær ein túr runt sólina. Tað er ótrúligt so skjótt eitt ár rennur.

Fara vit eitt sindur aftur í tíðina, so var tað soleiðis, at nýggjárið var ein av teimum stóru høgtíðunum. Líka, sum jólini, páskirnar og hvítusunnan vóru høgtíðir, so var eisini soleiðis, at nýggjárið, kyndilsmessan og føstulávint eisini vóru høgtíðir hjá forfedrum okkara. Vit høvdu jú, jólabygdir, nýggjársbygdir, kyndilsmessubygdir og føstulávintsbygdir og um okkara leiðir vóru mær vitandi tvær nýggjársbygdir, og tær vóru Funningur og Lamba. Um nýggjárið leitaðu so fólk – kanska serliga tey ungu - til nýggjársbygdirnar. Farið var eftir gomlu bygdagøtunum og ofta gekk leiðin yvir skørð og fjøll.
Gist var eisini ofta hjá skyldfólki ella vinfólki, og fólk hildu sær á gamni um høgtíðina. Tá so høgtíðin var av, fóru tey aftur at húsi til at taka dagliga arbeiðið uppaftur.
Handan tíðin er farin og kemur ikki aftur. Tíðir skifta og soleiðis eisini við mongum, sum tíðin hevur havt við sær.

Nýggjárið hevur tað serliga við sær, at tá standa vit á einum vegamóti. Vit siga einum ári farvæl og ynskja einum nýggjum vælkomnum. Vit eru eisini farin um stytsta dag og ganga ljósari tíð ímóti. Skjótt eftir ársskiftið síggja vit, hvussu dagarnir leingjast og sigast má, at ólíka hugaligari er at ganga ljósari tíð ímóti, enn tá farið er um longsta dag, og vit ganga myrkari tíð ímóti.

Á nýggjárinum gera vit sum menniskju mangan støðuna upp.
Vit støðga á og minnast afturá farna árið. Hvussu royndist tað fyri okkum? Hvat gekk væl? Hvat gekk minni væl? Og kanska vit mugu drýpa høvur og minnast aftur á okkurt, sum gekk illa?
Er okkum menniskjum unt at liva í nøkur ár, so er tað ein sannroynd, at vit á lívsleiðini møta bæði viðgongd og mótgongd – soleiðis er lívið nú einaferð.

Tá harðast leikar á, tá kennir tú av sonnum, hvussu altavgerandi tað er hjá okkum menniskjum at standa saman. At standa saman sum familja, sum býlingur, sum bygd, ja, sum ein tjóð. Vit hava altíð brúk fyri hvørjumøðrum, men mangan, tá alt gongur við, so sigla vit okkara egna sjógv og hugsa ikki so nógv um, hvønn týdning tann sosiali felagsskapurin hevur. Tá ið so ástendur, tá mangan síggja vit, hvat ið hevur veruligt virði.
Vit eiga eisini at leggja okkum í geyma, at vit hava tað gott her í Føroyum – ja heilt gott!
Gamaní kundu vit ynskt okkum ymiskt afturat og hugsa okkum bæði eitt og annað øðrvísi, men hyggja vit út um landoddarnar og út í víðu verð, so mugu vit vissuliga ásanna, at vit hava tað gott her.

Úti í víðu verð er tað soleiðis, at har eru nógv, sum fara svong til songar. Bústaðarviðurskiftini eru nógvastaðni út av lagi vánalig. Smáir ella eingir møguleikar eru til skúlagongd. Nógv verða hótt av náttúruvanlukkum og lívshættisligum sjúkum.

Og so er tað yvirgangurin – yvirgangur av grovasta slag, sum vit hava verið vitni til seinastu árini og sum sýnist at vinda upp á seg eisini. Menniskju verða pínd og dripin og mong eru tey, sum flýggja frá húsi og heimi, tí tey eru í stórum vanda fyri at missa lívið. Flóttafólkastreymurin vekstur alsamt, og vit eru vitni til, at tráanin at sleppa til Europa er ovurhonds stórur, ja so stórur, at landsins leiðarar eru ørkymlaðir av støðuni og vita í veruleikanum ikki síni livandi ráð, hvussu hendan støðan kann loysast væl og virðiliga.

Seta vit okkum inn í, hvussu trupul, vánalig, hættislig og mangan vónleys støðan hjá nógvum milliónum av menniskjum er, so mega vit ásanna, at vit hava einki at klaga um – nei, als einki - í Føroyum er gott at búgva.

Spurningurin er so, hvat vit gera við hetta, at so nógv hava tað so ringt! Yppa vit øksl, ella hvat gera vit? Væl veit eg, at vit ikki kunna hjálpa øllum heiminum, men vit eiga og hava skyldu til at hjálpa – spurningurin er tí bara, hvussu vit gera tað. Eg havi ikki eina greiða uppskrift til tað, men um vit øll seta okkum fyri – eftir førimuni – at veita teim neyðstøddu hjálp, so munar tað væl – eingin ivi um tað!

Jú, vit hava tað gott í Føroyum og menningin í føroyska samfelagnum hevur verið stór seinastu árini.

Í bókini “Feðgar á ferð” hjá Heðini Brú, hoyra vit um, at Ketil og Kálvur fáa grindboð úr grannabygdini. Teir gera skjótt av og fara so av stað. Ketil mælir til at fara eftir gomlu bygdargøtuni, meðan Kálvur mælir til at fara við bili eftir vegnum. Nei, tað vildi Ketil ikki og mælti: “Tann gamla gøtan hevur verið nóg góð alla mína tíð, so man hon fara at hjálpast í dag við.”

Um vit í Føroyum høvdu hildið okkum til hesa niðurstøðuna hjá Ketli, so hevði nokk ikki havt verið so stór menning í føroyska samfelagnum, sum tað nú einaferð hevur verið. Tað er týdningarmikið fyri eitt samfelag, at kvinnur og menn ikki bert hugsa vanabundið, men tora at hugsa øðrvísið og seta í verk slíkt, sum í fyrstu syftu kann tykjast nakað vágið, men tað er neyðugt um vit skulu menna okkum sum samfelag.

Her í kommununi býr eitt virkið fólk, ja, virkið fólk á so nógvum økjum.
Um vit hugsa okkum um og lata hugin reika, so vita vit væl, at á øllum hesum ymisku áhugaøkjunum er lív í. Eisini á vinnuøkinum er nógv lív í. Ja, her býr eitt fólk, sum ikki er bangið fyri at bretta upp um armar og at taka tøk. Stutt sagt – um okkara leið er stórt virksemi og eisini framburður og menning á øllum økjum. Menningin her í kommununi hevur mangan verið eyðsýnd, og vit hava staðið og standa í fremstu røð. Vit eiga framhaldandi at halda fast við hesa gongd og gera okkara besta til, at hendan góða gongd kann halda fram.
Vit eiga at stremba eftir, at fólk trívast her og eisini at bera so í bandi, at fólk fáa hug at flyta higar. Ein strofa í eini kendari føroyskari yrking sigur um tey sum undan okkum eru farin: “Komu tey stutt ella longur, tú skalt víðari byggja”. Hetta eru sannleiksorð, tí tað eru tú og eg, sum liva í dag, sum skulu byggja víðari og eingin annar. Vit skulu eisini byggja væl. Hetta er okkara ábyrgd og hetta hendir ikki av sær sjálvum.

Hvat kunnu vit so gera fyri, at hetta skal eydnast? Hevði tað verið so, at eitt einfalt svar var til hendan spurning, men tað er tað ikki.
Eg vil tó loyva mær at nevna nøkur viðurskifti, sum heilt víst eru ein fortreyt fyri, at vit byggja víðari, og at vit byggja væl.

Hesi viðurskifti eru:

• Vit eiga at hava ein jaligan hugburð
• Vit eiga at vera opin fyri nýhugsan
• Vit eiga at hava gott mót
• Vit eiga at lyfta í felag

Mítt ynski og mín vón er, at vit megna hetta. Og megna vit hetta, so eri eg vísur í, at vit náa langt fram á leið.

.....

Á nýggjárinum 2009 helt eg nýggjársrøðuna sum nývaldur borgarstjóri og nú sjey ár seinni, haldi eg aftur nýggjársrøðuna, nú eg leggi frá mær sum borgarstjóri um eina løtu.

Hetta hava verið sjey góð, avbjóðandi og spennandi ár, sum eg havi verið glaður fyri. Eg eri eisini takksamur fyri møguleikan at hava havt leiðsluna í býráðnum hesi árini – ein møguleika fáum er unt! Samstarvið og stevið í býráðnum hevur verið gott hesi árini, og hevur hetta verið kommununi at gagni – eingin ivi um tað!

Nú eg leggi frá mær, so er tað við eini góðari kenslu. Eg havi fingið dyggan stuðul í býráðnum, í umsitingini og ikki minst frá fólkinum í kommununi – hjartans tøkk øll somul!

Áðrenn eg fari at biðja Tórbjørn Jacobsen, komandi borgarstjóra, koma upp á pallin, so eg fái handa honum lykilin til skrivstovuna, so fari eg at ynskja øllum eitt gott, gleðiligt og av Gudi signað nýggjár.

Takk fyri!