HEIM
31.01.2014

Nýggjárskonsert 2014 í Løkshøll

Eitt nýtt átak fer av bakkastokki í Løkshøll leygarkvøldið 1. februar kl. 20.00. "Nýggjárskonsertin 2014" verður hetta nýggja tónleikatiltakið rópt, har ein hópur av fremstu tónleikarum í landinum trína á pall.

Tey, sum luttaka, eru: Hallur Joensen, Kristina Bærendsen, Beddy, Signar í Homrum, Lena Andersen og Niclas Johannesen, Jóhan í Kollafirði og Rakul.

Tey fara øll hvør í sínum lagi at hava framførslur við sangi og tónleiki, bæði við kendu løgunum, fólk kenna, men okkurt nýtt er eisini á skránni hjá onkrum teirra, siga stigtakararnir.

Hallur Joensen man helst vera kendasti country sangari í Føroyum. Hallur er væl dámdur, eisini av fólki, sum kanska ikki beinleiðis eru country-fjepparar.

Kristina Bærendsen hevur í stóran mun eisini vunnið sær nógvar fjepparar, serliga eftir at hon gav sína fyrstu solo fløgu út, sum var útseld eftir stuttari tíð. Umframt at syngja solo, hevur Kristina eisini verið dyggur stuðul hjá Halli Joensen, saman við Beddy.

Kristina við síni góðu rødd og Beddy við sínum serstaka guitarspæli hava verið við til at geva tónleikinum hjá Halli ein ávísan dám, serstakliga tá tey upptraðka "live".

- Røddir vilja vera við, at Beddy eisini hevur eina góða songrødd, so kanska verður okkurt solo lag frá honum, skriva stigtakararnir.

Fáur tónleikari kann breggja sær av at hava verið so nógv á palli sum einstakligur, sum Signar í Homrum. Signar í Homrum er eisini kendur sum fremsti sangari í fleiri væl umtóktum tónleikabólkum, umframt sum guitarleikari og tónasmiður.

Lenu Andersen og Niclas Johannesen kenna fólk serliga frá teirra sera nærverandi tónleikaframførslum og ikki minst fyri framúr hegni at smíða íoyrafallandi løg.

Vørumerkið hjá Jóhan í Kollafirði og Rakul eru tey sjálvi, tí eingin er sum Jóhan í Kollafirði og Rakul.

- Eingin dugir at gera álvara so skemtiligt sum tey bæði, halda fyrireikarnarnir.

Tiltakið verður sum nevnt í Løkshøll leygarkvøldið 1.feb. kl.20.00-22.00.

Tey sum vilja ogna sær eitt atgongumerki, kunnu gera hetta á www.loksholl.fo ella á Kunningarstovuni í Runavík.