HEIM
29.12.2015

Nýggjárshaldið í Runavík

Nýggjársaftan kl. 21 fara kyndlagongur av Sjómansheiminum, Glyvra skúla og Norðurhædd oman á havnalagið, har Magnus Rasmussen, borgarstjóri, heldur nýggjársrøðu. Bálið verður tendrað og fýrverk skotið.