HEIM
21.12.2012

Nýggjárshald í Runavík

Runavíkar Kommuna skipar aftur í ár fyri felags nýggjárshaldi fyri íbúgvunum í kommununi.
Byrjað verður kl. 23.00 við kyndlagongu frá Rókini, Høgaleiti og frá Glyvra skúla oman á nýggja havnarøkið.
Nýggjársrøðan verður hildin kl. 23.45 í teltinum sum verður á økinum, røðari verður Terji Vestergaard.
Á middnátt verður stóra bálið tendrað og skotið verður við fýrverkið.