HEIM
29.12.2011

Nýggjárshald í Runavík

Runavíkar kommuna skipar aftur í ár fyri felags nýggjárshaldi fyri borgarum í kommununi.
Byrjað verður kl. 23 við kyndlagongu. Kyndlaberarnir møtast kl. 23 við Sjómannsheimið, Glyvra skúla og á Høgaleiti. Gingið verður oman á keiøkið.
Nýggjársrøðan við Torbjørn Jacbosen verður hildin kl. 23.40.
Á middnátt verður stóra bálið tendrað og skotið verður við fýrverki.
Harumframt verður skipað fyri felagssangi.