HEIM
21.12.2007

Nýggjárshald í Runavík

Nýggjárshald í Runavík

Nýggjársnevndin í Runavíkar Kommunu skipar aftur í ár fyri felags nýggjárshaldi fyri íbúgvunum í kommununi.
Byrjað verður kl. 23.15 við kyndlagongu frá Rókini og frá Glyvra skúla oman á nýggja havnarøkið.
Nýggjársrøðan verður hildin kl 23.45, røðari verður Jákup Lamhauge. Á middnátt verður stóra bálið tendrað og skotið verður við fýrverkið. Harumframt verður skipað fyri felagssangi.

Kl 01.00 verður nýggjársdansur í Støkkhøllini við Ronnie Nielsen, Hjalta Joensen, Høgna Klakkstein og Jákupi Olsen.

Runavíkar kommuna og Kunningarstovan í Runavík ynskja øllum eitt gott nýggjár.