HEIM
30.12.2008

Nýggjárshald í Runavík

Nýggjársnevndin í Runavíkar Kommunu skipar aftur í ár fyri felags nýggjárshaldi fyri íbúgvunum í kommununi.
Byrjað verður kl. 23.15 við kyndlagongu frá Rókini og frá Glyvra skúla oman á nýggja havnarøkið.
Nýggjársrøðan verður hildin kl 23.45, røðarar verða Hans Jacob Lamhauge og Magnus Rasmussen. Á middnátt verður stóra bálið tendrað og skotið verður við fýrverkið. Harumframt verður skipað fyri felagssangi.

Runavíkar kommuna og Kunningarstovan í Runavík ynskja øllum eitt gott nýggjár.