HEIM
28.12.2007

Nýggjárshald á Skála

Skálanevndin og Runavíkar Kommuna bjóða hervið øllum sínum borgarum og gestum hjartaliga vælkomnum til opið hús í Ítróttarhøllini.

Skrá fyri kvøldið - nýggjársaftan:

Kl. 22.00: Kirkjugongd

Kl. 23.30: Bálið verður tendrað.

Kl. 23.55: Beint áðrenn midnátt verður felags fýrverk nærindis bálinum.

Kl. 00.45: Eftir bálið og fýrverkið verður opið hús í Bygdasalinum við súpan, kaffi, te, saft og rís a la mande.

Havi Grønu Sangbók og/ella Okkara Sangbók við.

Brennið til bálið:
Fyri at savna brenni til nýggjársbálið, fara vit vinarliga at heita á øll, ið hava órudd, sum kann brenna at koyra hetta niðan á endan av vegnum til ítróttarhøllina, har eitt øki verður avmerkt til bál (sama sum seinasta ár).

Haraftrat fara vit at heita á øll um ikki at hava fýrverkarí við inn í høllina.

Við ynskjum um eitt gott nýggjár og við tøkk fyri tað brátt farna,

vinarliga

Skálanevndin og
Runavíkar Kommuna