HEIM
21.08.2013

Nýggja standmyndin við Toftavatn

Í kvøld, mikukvøldið 21. august, kl. 19 verður hátíðarhald við Toftavatn, í samband við at ein nýggj standmynd er sett upp har.

Tað er ein bólkur við Símun Nónklett, ið nevnir seg Símun og manning, ið hava tikið stig til standmyndina, ið nevnist "Seyðamaðurin". Standmyndin stendur beint við gøtuna við Toftavatn, nærhendis har gøtan fer niðan móti Toftum.

Listamaðurin Símun Nónklett fer at greiða frá íblástrinum til standmyndina og handverkinum. Umboð fyri Nes Kommunu og Runavíkar Kommunu fara at siga nøkur orð. Eisini luttekur Kór Glyvra Kirkju við kórsangi.

Hátíðarhaldið verður á gøtuni við Toftavatn, og øll eru hjartaliga vælkomin.