HEIM
28.05.2015

Nýggja skýlið við Løkin

Tíðliga í nýggja árinum samtykti býráðið at fara undir at gera skýlið við fótbóltsvøllin við Løkin í Runavík.

Nú um dagarnir eru menn komnir á staðið, og eru farnir at seta skýlið upp. Hóast stutt er fráliðið, fæst ein greið fatan av, hvussu skýlið kemur at síggja út.

Skýlið verður gjørt í samstarvi millum Runavíkar Kommunu, FSF og NSÍ. Tað er Kaas Staalbyg, sum setur upp, og Eyðun Petersen hevur teknað.

Sí myndarøðina niðanfyri.