HEIM
06.12.2011

Nýggja fimleikarhøllin í Runavík

Næsta útbjóðingarumfar í samband við bygging av nýggjari fimleikarhøll í Runavík er byrjað.
Verkætlanin varð bjóðað út sum heildarveiting og varð útbjóðingin skipað í tveimum umførum.

Fyrsta umfar er nú av og hevur dómsnevndin útnevnt tríggjar fyritøkur at kappast víðari í øðrum umfari.
Hesar fyritøkur eru: J&K Petersen Contractors og MAP Arkitektar - TN Bygging og FUGLARK - Búsetur og BBP Arkitektar.
Fyritøkurnar skulu lata endalig uppskot inn 1. febr. 2012 og verður vinnarin kunngjørdur 1. mars 2012.

Tað var í summar, at býráðið samtykti at fara undir at fyrireika bygging av nýggjari fimleikarhøll í Runavík, sum, umframt at hýsa øllum vanligum fimleiki, eisini gevur rúm fyri alternativum virksemi til rørslu, javnvág, spæl o.a. Í høllini verður eisini opið spæliøki, sum kann brúkast til nógv ymisk endamál, tá tað snýr seg um eitt sunt og virkið lív. Har umframt skal høllin eisini kunna brúkast til størri tiltøk, eitt nú ráðstevnur, stórar framsýningar o.tl.

Ætlanin er, at nýggja fimleikarhøllin skal standa liðug og klár at taka í nýtslu á heysti 2013.