HEIM
08.10.2012

Nýggj matarskipan í Skúlanum við Løkin

Næmingarnir í Skúlanum við Løkin royna í hesum døgum eina nýggja matarskipan, har tey fáa mat til keyps í døgurðatímanum.

Mánadagar og mikudagar kunnu næmingarnir velja millum tvær ymiskar tvíflísar og pastasalatir. Og fríggjadagar eru trý ymisk sløg av súpan á skránni. Allur maturin er gjørdur úr heilsugóðum rávørum.

Skipanin var fyri fyrstu ferð roynd í morgun, og nýttu eini 150 næmingar høvið at keypa sær mat tá.

Skipanin er komin í lag í samstarvi millum Runavíkar kommunu, Skúlan við Løkin, Sjókaféina og P/F Poul Michelsen.

Royndin varir í fyrstu atløgu fram til jóla.