HEIM
15.08.2013

Nýggj bussleið um fjørðin

Tað hevur í mong ár verið eitt ynski at fingið betri bussamband um Skálafjørðin. Kommunurnar um fjørðin og Strandfaraskip Landsins hava farna árið arbeitt við at tillaga ferðaætlanina, og tá øll busskoyring í Føroyum var boðin út av nýggjum í vár, bar endiliga til at gera broytingar í koyringini um fjørðin.

Í hjálagda pdf-skjalinum er yvirlit yvir nýggju leiðina 480 (440/482) Selatrað-Toftir Selatrað, sum kemur at virka frá mánadegnum 19. august.

Attachment1: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/FB232055-057F-4B11-9A9E-3B77CB925C29/52D5A899-7628-4330-B437-8DFDFB5CB0F4.pdf