HEIM
26.03.2014

Nýggj breytaskipan og samstarv um 8. flokk

Næmingar í 8. flokki í Tofta Skúla og Skúlanum við Løkin fáa nú høvi at velja millum fýra spennandi breytir í 8. flokki: fótbóltsbreyt, tónlistabreyt, rørslubreyt og handaliga breyt.

Skúlarnir eru samdir um at samstarva um 8. flokk, og gevur økta samlaða næmingatalið betri møguleikar fyri einum spennandi og fjølbroyttum skúlatilboði.

Komandi næmingarnir í 8. flokki velja í hesum døgum millum tær 4 breytirnar, ið koma at leingja skúlavikuna við 4-6 tímum. Tímarnir verða lagdir inn í skúladagarnar í blokkum á tveir tímar mánadag, mikudag og fríggjadag.

Skipanin kemur at virka eftir summarfrítíðina.

Skúlarnir svara fegnir fyrispurnngum um skipanina.