HEIM
12.11.2013

Nýggir lesiringar á Skálafjørðinum

Dámar tær væl at lesa? Og manglar tær onkran at tosa við um tað, tú lesur?
Ella kundi tú hugsað tær at komið í gongd við at lesa? So er ein møguleiki her!

Bókasavnið við Løkin og Bókasavnið í Nes kommunu fara at samstarva um at seta lesiringar á stovn. Lesiringar breiða seg sum ringar í vatninum runt Føroyar í hesum døgum. Fleiri lesiringar hava verið sjálvstøðugt virknir í mong ár, og summir lesiringar eru knýttir at bókasøvnum. Stovnan av lesiringi hevur verið í umbúna eina tíð á bókasavninum í Runavík. Og nú hava Bókasavnið við Løkin og Bókasavnið í Nes kommunu avtala at samstarva um at stovna lesiringar.

Tað eru fleiri fyrimunir við samstarvi, siga Solveig Debess, limur í bókasavnsnevndini í Nes kommunu og Svend Højgaard, leiðari á Bókasavninum við Løkin, sum samskipa stovnanina av lesiringunum. Fyri tað fyrsta verða vit fleiri, sum kunnu samskipa alt rundan um lesiringarnar. Eisini vænta vit, at fáa enn fleiri áhugaði at luttaka. Og tá fleiri eru við, so ber til at deila okkum upp í smærri bólkar td. í mun til hvat slag av bókmentum hvør einstakur ynskir at lesa. Soleiðis eru bara fyrimunir við samstarvi og við nógvum luttakarum.

Lesiringar virka ofta soleiðis, at luttakararnir hittast einaferð um mánaðin fyri at tosa um eina ávísa bók, sum øll hava lisið. Mett verður, at eini 12 luttakarar í hvørjum lesiringi er eitt hóskandi tal. Eru fleiri áhugaði, so verða fleiri ringar stovnaðir. Tað er ókeypis at luttaka í lesiringi. Bókasøvnini leggja hølir til og hjálpa til at útvega bøkurnar, íð lisnar verða. Tey, íð eru meir ella minni áhugaði, eru vælkomin á stovnandi fundin, fyri at hoyra og tosa nærri um hvussu lesiringar virka. Síðani kunnu tey taka støðu til, um tey vilja luttaka framyvir ella ikki.

Komandi hóskvøld er ásett til at vera kvøldið har lesiringarnar verða stovnaðir í kommununum báðum. Fleiri hava longu boða frá luttøku, men øll eru framvegis vælkomin við. Tað er ikki neyðugt at boða frá frammanundan.

Stovnandi fundurin verður á Bókasavninum við Løkin hóskvøldið 14. november 2013, klokkan 19.00.

Fundurin er almennur og ókeypis.
Hugnaligt skal tað vera, og tí verður drekkamuður sjálvandi eisini at fáa.

Bókasavnið í Nes kommunu og Bókasavnið við Løkin

Hetta skrivar Bókasavnið við Løkin á síni heimasíðu www.lokin.fo