HEIM
16.09.2013

Nýggin vøllurin við Løkin tikin í nýtslu

Í gjár leikti EFFO-liðið hjá NSÍ sín fyrsta dyst á nýggja graslíkisvøllinum við Løkin.

Í hesum sambandi skipaðu Runavíkar Kommuna og NSÍ fyri hátíðarhaldi undan dystinum.

Magnus Rasmussen, borgarstjóri, greiddi frá verkætlanini við vøllinum, og hvussu hon er partur av menningini av ítróttarøkinum við Løkin. Síðani handaði hann Kinnu F. Olsen, forkvinnu í NSÍ, eitt blómutyssi, samstundis sum hann ynskti NSÍ bestu eydnu við nýggja vøllinum.

Kinna F. Olsen nýtti høvið at takka Runavíkar Kommunu fyri nýggja vøllin, samstundis sum hon takkaði Nes Kommunu og B68 fyri gott samstarv hesa tíðina, meðan vølurin ikki var tøkur við Løkin.

Síðani skjeyt Jákup Mortensen, fyrrverandi formaður í NSÍ, fyrsta brotssparkið móti Jens Martin Knudsen.

Hóast veðrið var vátt í gjár fingu mongu áskoðararnir bæði ókeypis kaffi og kaku og eina óvanliga góða fótbóltsuppliving, har spennandi dysturin millum NSÍ og KÍ endaði við einum 4-3 sigri til heimaliðið. Liðskiparin Klæmint A. Olsen skjeyt øll fýra málini hjá NSÍ.

Attachment1: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/FB232055-057F-4B11-9A9E-3B77CB925C29/C6E22EA2-31A9-4199-AC37-0640F6AD0602.jpg
Attachment2: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/58682735-B142-437E-A928-60D533BD2400/C6E22EA2-31A9-4199-AC37-0640F6AD0602.jpg
Attachment3: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/C43BF803-0D11-4BFD-BF6E-3B7EC8B249AF/C6E22EA2-31A9-4199-AC37-0640F6AD0602.jpg