HEIM
04.10.2013

Nýggi vøllurin á Skála verður tikin í nýtslu

Í morgin kl. 15.15 spæla 1. deild hjá Skála og EB/Streymi seinasta dystin í hesum kappingarárinum á nýggja graslíkinum á Skála.

Dysturin er fyrsti dysturin hjá besta mansliðinum hjá Skála á nýggja graslíkinum og samstundis seinasti dysturin í næstbestu deildini, eftirsum Skála seinasta vikuskifti tryggjaði sær uppflyting í EFFO-deildina.

Undan dystinum heldur Torbjørn Jacobsen, varaborgarstjóri í Runavík, røðu, og síðani tekur Dánjal Jákup Joensen fyrsta brotssparkið móti Hans Jákupi Andreasen.

Eftir dystin bjóða Skála Ítróttafelag og Runavíkar Kommuna øllum inn í bygdasalin til súpan, kaffi og køkur.

Skála Ítróttarfelag og Runavíkar Kommuna vóna, at nógv fólk møtir at hátíðarhalda fyrsta dystin á nýggja graslíkinum og uppflytingina hjá Skála í EFFO-deildina.

Attachment1: http://www.runavik.fo/Data/Register/0CAD447D-7512-4D78-91F1-F8E935EB9824/FB232055-057F-4B11-9A9E-3B77CB925C29/E3F0D8A4-F530-402A-B0F5-1E6E5E8D76F9.jpg