HEIM
19.07.2012

Nýggi Rituvíksvegurin liðugur

Í sambandi við at Rituvíkarvegurin nú er liðugur, verður skipað fyri hátíðarhaldi leygardagin 21. juli klokkan 13.30, har Kári P. Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, heldur røðu og klippir snór. Nes Sóknar Musikfelag spælir í sambandi við hátíðarhaldið.

Talan er um nýggjan tilkoyringarveg av Rituvíkshálsi til bygdina. Hesin nýggi teinurin, sum er umleið 1,2 kilometrar langur, er ein tvíbreytaður landsvegur við vegøksl og bilverju, ið gongur frá vegamótinum Rituvíkarvegur/Æðuvíkarvegur móti Rituvíkar bygd.

Aftan á hátíðarløtuna, ið fer fram á Rituvíkshálsi, har nýggi vegateinurin byrjar, gongur leiðin oman í skúlan í Rituvík, har motorsúklur koyra undan, meðan fólk ganga, og bilar koyra í hølunum. Í skúlanum bjóðar Landsverk kaffi og køkur, og síðani heldur Magnus Rasmussen, borgarstjóri í Runavíkar Kommunu, røðu.