HEIM
04.01.2017

Nýggársrøðan á Skála

Jonnhild Reynholdsdóttir


Gott kvøld øll somul.

Hesi seinastu árini, havi eg varnast, at tá vit hava sagt tað síðsta farvæl við fleiri av okkara bygdafólki, so hevur tað verið eitt farvæl, ið hevur tikið nakað úr sjálvari bygdamyndini. Tað vísir seg nevniliga soleiðis, at tey sum áttu eina mammu, ein pápa, systkin ella onnur í familjuni, sum tey kundu vitja her, als ongan hava eftir her í bygdini, nú tey gomlu eru farin. Fleiri ið flyta, eitt nú fyri at nema sær útbúgving, venda ikki aftur higar og hevur tað verið meira sjónligt hesi seinastu árini.

Setið mær sjálvum tann spurning, um tað at vit her á Skála hava verið hørm um og víst okkara ónøgd við at bankar, posthús, umlætting, lækni og annað er flutt úr bygdini, hevur sett so stór arr eftir seg, at tað nú veruliga sæst aftur í bygdamyndini á tann hátt, at fólk ið eru uppvaksin her, ikki ynskja at seta búgv her…

Hví sæst hettar so væl aftur her hjá okkum, kunnu vit spyrja. Hendan gongdin er jú generell! Tað er ikki bara í nærumhvørvinum, ikki bara í Føroyum, men eisini í londum rundan um okkum, at tænastur til borgaran vera fluttar og/ella samanlagdar. Gamaní sæst tað ikki eins væl aftur í Århus, sum her á Skála, men í trá við at mest sum øll taka eina hægri útbúgving, og vera uppald á einum universitetið, ið er stúgvandi fult av fólkið, so ynskja fólk ikki at sita einsamøll á einum arbeiðsplássið eftir lokna útbúgving. Tey vilja hava onkran at ”sparra við”, sum ikki er so løgið. Menniskja er eitt sosialt individ og trívast vit ikki einsamøll. Tað hevur ongantíð verið so nógv sjálvrannsakan og sjálvprofilering sum tað er í dag, eftir at sosialu miðlarnir liggja í lummanum, á hvørjum einstøkum av okkum – ungum sum gomlum.

Gekk sjálv í einum flokki her í Skála skúla, har vit vóru ímillum 18 og 24 næmingar øll árini í barnaskúlanum, - vit eru einans 7 ið búgva her í dag. Í flokkinum sum er ein árgang eldri, eru bert 2 av 8 næmingum ið búgva her á Skála og flokkinum ein árgang yngri eru eisini bert 2 av 8 næmingum búsettir her.

Ynskja vit at komandi ættarlið skulu búseta seg her á Skála, so noyðast vit at gera okkurt munagott, fyri at fáa hesi at venda aftur, eftir lokna útbúgving, ella lokið tíðaskeið í útlegd.

Lívið – tað snýr seg um at liva í Nú´inum, gleða seg til framtíðina og at læra av fortíðini!

Tíanbetur hava vit eina ørgrynnu av fólkið ið mynda nærumhvørvið, eru við, eru nýhugsandi, eru skapandi og sum taka lut í og skipa fyri ymiskum sum fyriferst her í bygdini. Tað er oftast tilflytarir ið minna okkum á alt tað góða, vit hóast alt hava her í bygdini - og takk skulu tit hava fyri tað!

Trívast børnini í barnagarðinum, í skúlanum og í frítíðini, so trívist familjan og eru hettar kjarnuvirðir undir familjulívinum.

Mítt ynski fyri 2017 er, at vit øll gleðast um tað góða, eru ja-lig og avmynda at her er gott at vera. Um vit bara taka eitt ár, har vit seta sjóneykuna á tey virðir ið vit hava beint her, um vit smílast og geva hvørjum øðrum viðurkenning, so skal ikki so nógv meira til, fyri at tey sum koma á okkara leiðir merkja, at her er gott at vera.

”Tað er gjørligt – segði ivin” ”Tað er vandamikið – segði óttin” ”Tað er óneyðugt – segði vitið” ”Ger tað – teskaði hjarta!”

Eg gjørdi tað og frá hesi løtu eri eg býráðspolittikari. Eg gleði meg til uppgávurnar og vóni at eg fari at liva upp til tað álit, ið mær var víst tann 8.novembur.

Mín fatan er at tað er ein polittiskur vilji til, at hvør einstakur av okkum skal føla seg heima í okkara kommunu og vit øll skulu javnsetast. Tað vil so vera at onkur er meira fegin tá holurnar í vegum verða bøttar, enn onnur og onkur annar fegnast um ein svimjihyl við Løkin - gamaní við Skálavatnið í, enn onnur, men soleiðis er tað nú einaferð. Raðfestingar muga til, hóast vit ikki altíð síggja tað skilagóða í øllum alt fyri eitt.

Lat okkum opnað nýggjar hurðar, har ein verður smekka í. Lat hugflogið ella skapanarevnini, ið vit øll hava eitt sindur av, koma til sjóndar.

Nøkur ting fáa vit sum vanligir borgarar ikki gjørt so nógv við, men nógv kunnu vit sjálvi mynda og eru flestu menniskju her um okkara leiðir eru eins eydnusom, ið tey sjálvi velja at tey skulu vera.

Tað er so hugnaligt nógva staðir í bygdini, á Gamlavegi, framvið Prestá og aðrastaðni við. Lítlu smátturnar sum í løtuni standa á Gamlavegi, hava fastan bústað hesumegin fjørðin og eru tær til at brúka. Tær eru fyrst og fremst til okkum á Skála og í Skálafirði. Heldur tú at okkurt tiltak skuldi verið skipað øðrvísi, ella okkurt manglar, so er bara at traðka fram. Tað skal ikki so nógv til, og eingin hevur størri ábyrd enn annar. Ein kafé kann altíð gerast í onkrum króki,- av og á. Vit hava nógv góð fólk, skúlaflokkar, feløg, fótbóltslið, kappróðrarfólk o.l.

Allar gráar dagar kunnu vit sjálvi lita, men ynskja vit at sólin skal skína á okkum, so noyðast vit fyrst at flyta okkum úr skugganum!

Nú vit blaða yvur á nýggja síðu, fari eg at ynskja okkum øllum eitt gott og eydnuberandi 2017 og takka fyri 2016. Má nýggja árið bera brá av øllum tí góða, vit sjálvi leggja í tað, og verða mynda av tí vit sjálvi skriva, á enn óskrivaða blaðið.

Gott nýggjár øll somul og Harrans signing.