HEIM
23.02.2016

Nýbrot á Skála

Tíðindaskriv frá Skálafjarðarsamstarvinum:

Dagtilhald fyri minnisveik verður latið upp í ognini hjá Skálafjarðarsamstarvinum á Skála hin 1. mai 2016.

Eftir at hava umrøtt og viðgjørt áheitanina frá Runavíkar kommunu, um at viðgera brúkið av ognum samstarvsins av nýggjum, á tveimum stýrisfundum, er full semja ídag fingin um, at ognin á Skála framhaldandi skal vera virkin. Ístaðin fyri at nýta húsini til sambýli, fara tey frameftir at hýsa einum nýggjum tilboði, ið stórur tørvur er á í økinum, sum samstarvið fevnir um. Húsið verður dagført til nýggja tilboðið, so skjótt verandi tilboð er flutt, og um 1. mai verður klárt at taka ímóti teimum, ið hava tørv á nýggja tilboðnum. Hesa avgerð hevur eitt einmælt stýri fyri Skálafjarðarsamstarvið tikið á fundi seinnapartin í dag.

Raksturin í samstarvinum verður tillagaður soleiðis, at nýggja virksemið liggur innanfyri verandi fíggjarkarm.

Tað er ongin loyna, at nakað av stríði hevur verið um hvussu ognirnar hjá Skálafjarðarsamstarvinum skulu brúkast framyvir. Verandi støða er hon, at í ognunum á Toftum, í Runavík, á Skála og á Strondum er samanumtikið ein yvirkapasitetur, tá tað snýr seg um sambýlis og røktarheimspláss. Við hesi nýggju ætlanini hevur samstarvið valt at víðka um møguleikarnar hjá okkara eldru – í hesum førinum teimum minnisveiku – við einum hart tiltrongdum tilboði í økinum. Samstundis sum møguleiki verður givin okkara borgarum at búgva heima sum longst.

Framrokningar vísa annars, at talið á teimum, ið fara at hava tørv á samdøgursrøkt, fer at vaksa í framtíðini, og tørvur tí verður á øllum hýsingarmøguleikum sum frálíður, ið samstarvið ræður yvir í løtuni. Tá má málið takast uppaftur av nýggjum, hvussu ymsu bygningar samstarvsins skula fullnýtast á besta og skynsamasta hátt.

Tað er týdningarmikið, at tilboðini til okkara eldru í mest møguligan mun verða spjadd kring um í økinum, og hetta nýggja átakið, sum semja varð um í dag, er ein liður í visiónini, at hesin parturin av fólkinum fær rúm í egnum kringumstøðum, og so nógvar møguleikar at húsast í, sum játtaðu fíggjarkarmarnir nú einaferð røkka til.

Skálafjarðarsamstarvið
Jóhannus Danielsen, fm.

Í stýrinum sita: Jóhannus Danielsen, fm., Tórbjørn Jacobsen, Arthur Johansen, Magnus Rasmussen, Elin á Torkilsheyggi, Jónleyg Hammer og Bárður Kass Nielsen.