HEIM
10.09.2012

Nú verður byrjað uppá fimleikahøllina í Runavík

Í morgin, týsdagin 11. september, kl. 17.00 verður spakin settur í fyri nýggju fimleikahøllini í Runavík.

Skipað verður í hesum sambandi fyri almennum hátíðarhaldi við ítróttarhøllina.

Runavíkar Komuna bjóðar øllum til ein drekkamunn í høllini. Røður verða hildnar, og okkurt fimleikainnslag verður eisini.

Búsetur byggir nýggju fimleikahøllina, sum verður bygd fast í verandi ítróttahøll.

Fimleikahøllin stendur væntandi liðug um eitt ár.