HEIM
27.06.2018

Nú skal havnarlagið í Søldarfirði ruddast

Runavíkar kommuna heldur fram við at rudda almenn økir í kommununi fyri órudd og burturkast. Hesu ferð verður ruddað á havnarlagnum í Søldarfirði.

Eigur tú nakað, sum stendur á havnarlagnum uttan loyvi? So verður tú biðin um at burturbeina lutirnar av økinum í seinasta lagið tann 12. juli 2018. Eftir hetta fer Runavíkar kommuna at burturbeina lutir uttan aðra ávaring, og møguleikin at krevja endurgjald fellur burtur.

Í sama umfari verður hugt at bingjum og øðrum, sum er fallið í órøkt.

Um tað ikki ber til at koma eftir lutunum áðrenn freistina, kanst tú venda tær til Runavíkar kommunu og fáa eina avtalu í lag.

Runavíkar kommuna hevur verið úti og tikið myndir, og tær kunnu síggjast niðanfyri: