HEIM
26.05.2009

Nú skal føroya størsta talent finnast !

Í samband við Fjarðastevnuna skipar Skála ítróttarfelag fyri einum serligum tiltaki í ítróttarhøllini á Skála sunnudagin 14. Juni kl. 17.00. Ein partur av tiltakinum verður ein talentkapping fyri øllum ungum/børnum, sum hava hug at luttaka við eini framførslu. Tað kann vera einstaklingar ella í bólkum. Tey luttakandi kunnu framføra eitthvørt, tey halda seg duga, tað kann vera at ganda, dansa, spæla okkurt ljóðføri, syngja, fimleik ella okkurt heilt annað. Luttakararnir skulu vera millum 7 og 16 ár og luttøkugjaldið er 70 kr. fyri hvønn og fyri hvørja luttøku. Tann hepni vinnarin vinnur eitt gávukort á 2.500 kr,- Nummar tvey og trý vinna eisini gávukort.
Ætlanin við tiltakinum er, at øll sum tora og vilja kunnu sleppa at føra fram á palli við góðari útgerð. Fyrireikarnir leggja dent á at gera tiltakið so gott og spennadi og at skapa góðar karmar fyri tey luttakandi. Høllin verður prýdd, og tey hava leigað ljóð og ljósútgerð. So hetta er eitt frálíkt høvi hjá ungum og børnum at royna seg á palli við onkrum, tey hava hug til.
Tilmeldingarfreistin er 5.juni, og tey, sum hava hug at melda seg til, kunnu senda email til toraj@post.olivant.fo og skriva navn, telfonnummar, aldur, og hvat tey ætla at framføra. Eisini ber til at ringja á tlf. 442600 eftir kl. 19.00
Umframt talentkappingina vera kendir gestasangarar, dansarar og kent frasøgufólk.