HEIM
09.06.2009

Nú Kemur NAZAR til Føroya

Kennir tú minstu ferðaskrivstovuna í Danmark, sum samstundis er heimsins størsta?
Navnið er Nazar. Nú kemur Nazar til Føroya og bjóðar til eitt charterkvøld saman við ferðaskrivstovuni Fonn Flog. Ein ferð á einum virði á kr. 18.000 verður trekt ímilum tey, sum koma. (2 x kr. 18.000)
Føroyingar hava ferðast við Nazar síðan 2005 og nú er tíðin komin at hitta teir á heimavølli. Vanliga arbeiðir Nazar ikki saman við øðrum ferðaskrivstovum, men av tí at stjóranum, Kemal Yamanlar, dámar so væl føroyingar, hevur hann avgjørt at samstarva við Fonn Flog. (Sum ungur arbeiddi hann sum tíðindamaður í Føroyum.)
Vit vóna, at ordiliga nógv koma til kunningarfundin á Hotel Klaksvík hóskvøldið 11. juni kl. 20:00 og í Mentanarhúsinum í Runavík 12. juni kl. 21:00 og harvið fáa íblástur til næstu dreymaferð. Vit hava fleiri føroyingar, sum ferðast við okkum hvørt ár og vit síggja hetta sum ein serstakan møguleika at hitta teir á heimavølli og samstundis eisini at hitta nýggjar kundar, sigur Bettina Bai, sum er PR-leiðari.
Høvi verður eisini at seta Bettinu frá Nazar spurningar og at hoyra um summarkatalogið 2009. Hetta verður samskipað saman við ferðaskrivstovuni Fonn Flog.
Nazar hevur spisialiserað seg í luksuriøsum "all inclusive-familjuferðum" til ein kappingargóðan prís. Teirra eyðkenni eru: all-inclusive hotel, sum liggja beint við strond, rúmligar familjusvitur til min. fýra persónar, serliga stórir svimjihylar, skandinaviskir ferðaleiðarar, vatnparkir og aktivitetsferðaleiðarar. Nazar bjóðar hotel, sum eingin annar norðurlendskur ferðafyriskipari kann.
Nazar er einasta luksuscharterselskap í Danmark og tað stendur í stórum vøkstri. Tað er partur av heimsins størsta ferðaorganisatión TUI, sum Star Tour eisini hoyrir til.
Til bæði kvøldini verður drigin ein vinningur millum tey, sum eru møtt upp, sum er eitt gávukort upp á eina ferð fyri tvey á einum virði á kr. 18.000.

Nazar flýgur til 22 flogvallir í Norra, Svøríki, Danmark og Finnlandi til Turkalands og Grikkalands. Nazar væntar, at flyta umleið 65.000 gestir í 2009.
Øll eru hjartaliga vælkomin. Tilmelding er ikki neyðug.
Tað kostar einki at sleppa inn. Kaffi og køkur verður at fáa.