HEIM
15.06.2016

Nú fellur avgerðin í NBCC-kappingini

Kl. 9 í morgin árini føroyska tíð hósdagin 16. juni verða vinnararnir av Nordic Buílt Cities Challenge kunngjørdir í Helsinki.

Runavíkar kommuna hevur umboðað Føroyar í kappingini, og hevur útskrivað ein kapping, sum snýr seg um, hvussu best kann byggjast í brattlendi.

20 luttakandi arkitektafeløg úr øllum Evropa hava givið sítt boð uppá, hvussu ein nýggj útstykking í Saltangará kann skipast, og í morgin verður endiligi vinnarin kunngjørdur.

Tað ber til at fylgja við kunngerðini beinleiðis á hesi leinkjuni frá kl. 9.00 í morgin árini.

http://nordicbuiltcities.org/nordic-built-cities-benchmarking-forum/