HEIM
16.12.2014

Nú fáa børn og ung við fjølbreki betri umstøður

Nýggi depilin til børn og ung við fjølbreki í Eysturoy er nú liðugt bygdur og klárur at taka í nýtslu. Depilin til børn og ung við fjølbreki kemur í staðin fyri dagstovnin Reiðrið á Saltnesi.

Á depilinum fáa 12 børn og ung við fjølbreki eitt dagtilboð, umframt at átta umlættingarpláss eru til børn og ung úr øllum landinum. Depilin veitir røkt og viðgerð og skapar umstøður soleiðis at børnini og tey ungu á besta hátt mennast kropsliga, sálarliga og fatanarliga, alt eftir aldri, tørvi og førleika hjá tí einstaka.

Almannamálaráðið hevur latið depilin byggja, og Landsverk hevur verið byggiharri.

Annika Olsen, landsstýriskvinna í almannamálum, fegnast um, at depilin í Runavík til børn og ung við fjølbreki nú fer undir sítt virksemi:

"Nýggi depilin er eitt stórt framstig, og eg gleðist saman við børnunum, teimum ungu og teirra avvarðandi um, at tey nú loksins fáa góðar og virðiligar umstøður. Reiðrið var ein fyribilsloysn, sum tíverri hevur vart alt ov leingi. Nýggi depilin er snotiligur og ikki minst er hann bygdur til endamálið og eftir tørvinum. Eg ivist onga løtu í, at bæði børnini og starvsfólkini fara at trívast væl í nýggju hølunum," sigur Annika Olsen, landsstýriskvinna.

Tað var á heysti 2010, at bygginevnd varð sett, ið fór til verka beinanvegin. Á heysti 2011 handaði bygginevndin landsstýriskvinnuni tilmæli um staðseting og byggiskrá. Spakin varð settur í í januar 2013, og gongd varð sett á byggingina miðskeiðis í 2013.

ARKITEKTAR99 hava teknað depilin, og KBH hava staðið fyri arbeiðnum. Depilin varð upprunaliga mettur at kosta góðar 24 milliónir krónur, men fíggjarkarmurin varð hækkaður til 26,5 mió. kr.

Reiðrið á Saltnesi letur nú aftur, og alt virksemið verður flutt yvir í Depilin, ið er á Gerðisvegi 5 í Runavík.

Nú Depilin til børn og ung við fjølbreki er klárur at taka í nýtslu, verður almenn móttøka

týsdagin 16. desember frá kl. 15.00 til 17.00

Øll eru hjartaliga vælkomin.