HEIM
11.06.2010

Nú er aftur møguleiki at fáa tannrøkt á Skála

Tannrøktin á Skála heldur til á tannlæknastovuni, har sum Barnatannrøktin eisini er.

Tað eru Jonnhild Reynholdsdóttir og Laila Nielsen, sum báðar eru tannrøktarar, ið hava latið upp privata tannrøktarastovu á Skála. Tær hava gjørt avtalu við Runavíkar kommunu um leigu av tannlæknastovuni ein part av degnum, tá tannlæknastovan ikki verður brúkt til kommunalu barnatannrøktina, sum er fyri børn í aldrinum 0-16 ár.

Tannrøktarar í Føroyum hava stovnað sítt egna fakfelag og gjørt sáttmála við Heilsutrygd og er tað hetta, sum letur upp fyri møguleikanum, at tannrøktarar kunnu hava sjálvstøðugt virksemi.

Tannrøktin á Skála hevur tlf. 282300 og 283300.