HEIM
07.10.2015

Nú byrjar Nordic Built Cities Challenge

Nú er høvið hjá føroyskum arkitektum, virkjum og kreativum fólkum annars at vera við í norðurlendskari hugskotskapping um býarøki. Nordic Innovation eftirlýsir hugskotum til loysn av avbjóðingum bæði í Føroyum og hinum norðurlondunum.

Fyrr í ár vann Runavíkar Kommuna rættin at umboða Føroyar í Nordic Built Cities kappingini, sum er skipað undir stovninum Nordic Innovation hjá Norðurlendska Ráðharraráðnum.

Endamálið við tiltakinum er at finna smartar, nýskapandi loysnir á avbjóðingum, sum eru í býarøki í norðanlondum og at harvið fáa burðardyggar býir við høga livistøðinum og nøgdseminum, sum eyðkennir norðanlond.

37 avbjóðingar vórðu sendar inn frá kommunum í Norra, Danmark, Svøríki, Finlandi, Íslandi, Grønlandi og Føroyum, og varð Runavíkar kommuna útvald at umboða Føroyar.

Síðani hevur verið arbeitt nærri við kappingarskránni. Avbjóðingin, sum Runavíkar Kommuna ynskir at fáa loyst í kappingini er: "Hvussu kunnu vit byggja nýskapandi og burðardygg íbúðarøki í brattlendi?" Víst er á økið millum Hjallaveg og Blikagøtu í Saltangará.

Henda avbjóðingin, saman við 5 øðrum avbjóðingum frá øðrum norðanlondum, verður nú løgd út í eina almenna kapping, sum øll kunnu gera uppskot til. Av teimum innkomnu uppskotunum verða valdir upp til 4 finalistar pr. land, og er vinningurin 300.000 NOK. Ein vinnari verður funnin fyri hvørt norðurland.

Sí leinkjur og viðfest niðanfyri:
Tak tíðindaskriv frá Nordic Innovation niður her