HEIM
26.08.2017

NSÍ steypavinnari 2017!

Fyri løtu síðani megnaði NSÍ við einum ordans arbeiðsinnsatsi at berja seg til ein sigur í kappingini um Løgmanssteypið. Sostatt er Løgmanssteypið 2017 endað í Runavíkar kommunu. Stórt til lukku NSÍ!

Í samband við steypasigurin verður skipað fyri móttøku á torginum uttanfyri kommunuskrivstovuna í Saltangará, tá leikarar og leikfólk eru komin á staðið. Hetta verður væntandi um midnáttarleitið.

NSÍ bjóðar øllum at koma í Hæddina eftir móttøkuna á torginum.