HEIM
20.08.2010

NSÍ skipar fyri stórum familjudegi í Runavík

Leygardagin 28. august kl. 09.00 verður stórur familjudagur við allskyns tiltøkum á fótbóltsvøllinum í Runavík.

Vit byrja dagin kl. 09.15 við at gingið verður frá vøllinum við Løkin niðan á Toftavatn har ársins vespa verður avdúka, og kl. 10.00 verður bjóða til ókeypis morgunmat við ítróttarhøllina.

Kl. 11.00 letur stóra hoppilandið upp, vit fylla allan fótbóltsvøllin (6000 fermetrar) við hoppiborgum og øðrum spennandi tiltøkum. M.a. verða
hoppiborgir av allskyns slag, togtogan, straffisparkkapping, skjóta uppá serlig mál, sparkikapping, Sumo draktir, Kareoke, El tarvurin, Gladiator, Gyroskop, Plakatur við Vodafonespælarum hjá NSÍ, vit grilla allan dagin pylsur búffar v.m., selja drykkivørur, syngja , Hilmar Jan undirheldur , Go cart koyring v.m.

Tú betalur 100 kr. og fært eitt armband og síðani kanst tú hoppa so nógv tú orkar allan dagin á øllum hoppiborgum. Eykakostnaður er fyri ávís tiltøk.

Eisini verða plakatir av Vodafonespælarum hjá NSÍ seldar: 1. plakat std. A3 100,- kr ella a4 fyri 50,- kr.

Kl. 11.00 Sparkikapping og straffisparkkapping: (fartelda, i-pod og fartelefon verður latið vinnarunum) finalurnar verða spældar kl. 16.30 fyri tey yngru og kl. 20.30 fyri teimum eldru.

Kl.11.00 Go Cart koyring, (Pauli Nónklett og Jóhan Sigurd Weihe koyra fyrsta túrin) heitt verður á øll skúlabørn til teirra buss at møta og heppa á Paula ella Jóhan Sigurd.

Kl.11.30 Verður skipa fyri stórari køkukapping. Tríggjar tær vakrastu køkurnar sum verða útvældar av eini dómsnevnd fáa handa diplom og eigarin av vinnarakøkuni fær handa kekk á 500,- kr. undir tiltakinum Tey sum ætlað at luttaka í kappingini skula lata køkurnar inn seinast kl.
10.00 Eftir kappingina ber til at keypa av køkunum afturvið einum góðum kaffimunni.

Kl. 12.00 Vit grilla búffar og pylsur allan dagin.

Kl. 16.00 Togtogan millum Lamba, Søldafjørð, Rituvík, Æðuvík, Glyvrar, Saltangará, Rúnavík og Toftir.
Ferðasteyp verður latið vinnarunum.

Kl. 21.00 Eftir Vodafonedystin á Toftum millum B 68 og NSÍ verður møguligt at keypa grillaðar búffar v/sós, salat og eplum fyri 100 kr.
Kl 21.00 Syngi við í teltinum, Sverri, Arnfinn og aðrir spæla undir og Hilmar Jan undirheldur. Eisini verður pub kviss.

Kl. 24.00 Gamlamannadansur í teltinum (20 ára aldursmark) Punktum spælur, kostnaður 100,- kr.

Set dagin av til alla familjuna og hav tað stuttligt.
Er ikki veður at verða úti, verður tiltakið flutt (í minni útgávu) inn í
ítróttarhøllina.
Fyrivarni verður tikið fyri broytingum í skránni.
Tiltakið er ætlað øllum lívsglaðum hopparum eldri sum yngri.
Skráin sæst inni á heimasíðuni www.nsi.fo