HEIM
05.11.2017

NSÍ seksti

Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, á 60-ára gallaveitsluni hjá NSÍ 4. november 2017:

NSÍ er ikki ein stovnur. NSÍ er eitt skipað høpi. Kortini livir felagið, og onnur ítróttarfeløg, í einum samfelag saman við skipaðum kommunalum trivnaðarstovnum. Hesi, ítróttar-feløgini, eru ódýrastu sosialu “stovnarnir”, ið til eru. Tori als ikki at hugsa tankan, um hesi ítróttarsamtøkini ikki vóru í kommununi - 11 í tali, alternativt, at kommunali myndugleikin skuldi stovnað, skipað og røkt tey. Lagghalla trýstið á javnvágina ímillum debet og kredit hevði verið so stórt, at felagsskapurin hjá okkum øllum, kommunan, hoknaði undir hesum. Tørvurin hjá fólki á tilboðnum, í eini vaksandi frítíð, verður ambætaður av eldsálum, strugglarum og hugaðum fólki, sum ókeypis seta ein part av síni orku í veð fyri felagsskapin.

Soleiðis verður eitt samfelag evnað til. Tað grør úr svørðinum, - og ikki úr norðastu kjallaraskrivstovuni í Ráðhúsinum inni í Heiðunum. Vit, sum sita í 4-ára tíðaravmarkaðum starvi, tykkara vegna, royna sum frægast at metta hin naglafasta tørvin, við onkrum stuðulsískoyti til raksturin, men í heildarmyndini muna vit lítið. Onki. Var mentamálaráðharri, táið eg leikti við 4. deildarliðnum hjá Sigga, vit gjørdust føroyameistarar, men hann lat meg ikki fáa kjansin, sum hann plagdi taka til, fyrrenn hann var vísur í, at vit ikki kundu tapa. Kundi bara ugga meg við, at eg tá var 45 ára gamal, men har vóru fleiri sum vóru eldri, og fingu meiri spælitíð, eitt nú Poli, Ba og Ingolf, so ymiskar eru gávurnar nú einaferð býttar frá Skaparans hond. Seinri fann eg útav, at eg hevði fingið fleiri minuttir enn eg burdi, hetta komst av, at eg hevði lovað honum, at eg skuldi gjalda fyri lýsingina í bløðunum eftir kappingina, har ein mynd av føroyameistarunum takkaði Guði og hvørjum manni fyri kappingarárið.

Aldurin á einum felag sigur nakað um samfelagið, felagið hevur sítt jørðildi í. Nú er hetta triðji størsti býur í landinum, hinvegin síggja vit, at feløgini í bygdum og býum sum Tórshavn, Klaksvík, Tvøroyri, Vági og í Miðvági eru væl eldri. Tær konsentratiónirnar eru tað eldri. Lutfalsliga ungi aldurin á føðingardagsbarninum sigur nógv um gongdina og menningina í búsetingarmynstrinum í økinum, sum vit liva og virka í í gerandisdegnum.

Felagið grør upp úr eini blómingartíð. Stórir skúlar verða bygdir, býarætlan verður løgd, havnarlagið fær alt størri týdning, skipini taka til í tali og vavi, flakavirkið letur upp og sildatunnurnar standa framvegis rankaðar upp á sandinum á havnarlagnum. Losjan Skjøldur og Glyvra Bio virka í øllum góðum – alt hetta ger, at økið dregur fólk til sín. Á sama hátt sum Tvøroyri og seinri Klakksvíkin høvdu verið stóru tilflytingarøkini – nýbyggjarastaðirnir - gjørdist eystursíðan á Skálafjørðinum nú magnetin, sum fólk úr øllum landinum ynsktu at flyta til, fyri at smíða sær eina bjarta framtíð.

Tað mest spennandi við nýbyggjaraøkjum er, at so nógvir kulturar smelta saman, og úr tí spyrst sum oftast nakað gott og hugkveikjandi. Tesa og antitesa verður syntesa.

Umstøðurnar hava spakuliga lagað seg soleiðis, at tað helst hevur verið ein spurningur um tíð, áðrenn tað brast fyri nevi hjá einum ítróttarfelag í bygdunum herumleiðir. Kortini skal onkur eldsál, ella í hesum førinum fleiri, festa í fjúsið. Og eldur kom úr eimi.

Tað hendi hin 24. mars fyri 60 árum síðani. Ein ungur bakari og kondittari av Tvøroyri var farin til verka í baksturvinnuni hjá Antoni á Bakarínum, og um somu tíð er ein tilkomin unglingi av Toftum farin í snikkaralæru hjá Jakku á Verkstaðnum, sum tá helt til í gamla snikkaravirkinum hjá Niels Paula í Heimistovu, dygst sunnanfyri Gjónna á Glyvrum, har sum Gretha Lava Olsen nú býr. Hetta var hin kendi verkfrøðingurin Niklas Foldbo, sum nú saman við øðrum er heiðurslimur í felagnum.

Niklas gekk hesi árini til døgverða hjá Johonnu, systir síni. Hon var gift kendu býarmyndini Karl Jóhan, av Kinn í Lamba. Vit, á mínum aldri, minnast hesa státiligu sjónina, táið kommunuskrivarin Karl Jóhan undir føroyskari reyðhúgvu, so rankur, fór gangandi ígjøgnum býin við postinum undir arminum ella í øðrum ørindum. Lagnan vildi tað soleiðis, at núverandi Ráðhúsið, hjá Runavíkar kommunu, onkursvegna gjørdist bráðpannan, har kveikt var í hetta felag, sum fyrst bar heitið Tjaldur og síðani NSÍ.

Tvørádrongurin Ib Hauritz bakaði í sama húsi, har sum Niklas hvønn dag loysti sær svongdina um døgverðamálið. Ìtróttaráhugaðir tóku teir stigið, og skjótt legðist til. Í fyrstu nevndini sótu Jóhanna á Bakka, Jastrid á Roykheyggi og teir báðir fyrrnevndu. Niklas sigur, at Ib legði ikki í at vera formaður, hann ynskti at akker felagsins skuldu liggja á staðbundnari botni, og tí gjørdist Niklas fyrsti formaður felagsins.

Síðani er nógv vatn runnið í ánna. Felagið var ein ítróttarlig paraplyorganisatión, sum í fyrstani tók sær av øllum ítróttargreinum. Nakað seinri, táið nakrir av bestu fimleikarunum í landinum fluttu inn í økið, sum lærarar við Glyvra skúla, varð fimleikurin loystur frá. Har var so væl fyriskipað og jarðfest, at STØKK í dag er ein óvanliga týdningarmikil og vælvirkandi funktión, sum fevnir langt út um eingjargarðarnar hjá okkum. Og ídag stendur ein av stovnarum felagsins undir børu, Jóhann Kjeld, og vit minnast hann við virðing og takksemi. Ein óvanliga væl gávaður maður á fleiri mótum.

Sum flestu feløg í landinum hevur NSÍ virkað í skiftandi konjunkturum. Hetta hevur havt við sær, at kappróðurin og hondbólturin vóru krøkt úr felagnum fyri nøkrum árum síðani, og ídag er felagið eitt fótbóltsfelag burturav - ímillum tey fremstu í landinum. Onki kemur av ongum, og hetta kemur als ikki av ongum. Her hava nógvar eldsálir lagt eitt ótal av tímum í nevndararbeiði, venjingar, sum foreldur, sum flutningsfólk, sum fjepparar o.s.fr. Hetta sæst aftur í rekruteringini soleðis, at NSÍ man vera tað “etniskt” reinasta felagið í landinum, táið tað snýr seg um leikarar. Og tað eigur felagið at halda fast um. Ein skilagóð kós.

Fótbóltur er vorðin edilingasporturin hjá øllum heiminum. Sjálvt gamlir og trivaligir menn, sum eg, fáast við at spæla fótbólt, í mínum føri innandura. Tað er líka stuttligt hvørja ferð, og vinnarainstinktið er ikki viknað, hóast ferðin er minkað. Men hvat er hetta í grundini fyri eitt spæl?

Fótbóltur er so mangt. Kanska er hann fyrst og fremst eitt slag av sjónleiki, har stórar persónsmenskur og lið í ógloymandi dystum fara ígjøgnum stór menniskjanslig drama. Fótbóltur er eitt kontrollerað eksperimentarium, har tú sært samanstoytin ímillum vilja og tilvild, ímillum individ og kollektiv, ímillum skilagóðar ætlanir og ringasta fusk. Tað er ikki so nógv øðrvísi enn at hyggja at einum filmi, kanska er fótbólturin minni kontrolleraður enn kykmyndin, - tí er venjarin, sum skal liggja á takinum stútt og støðugt, so avgerandi. Hann skal kollektivisera og sambræða uppvøksturin, ræðsluna, hatrið, trauma´ini og sosiala útgangsstøði hjá hvørjum einstøkum í eina vinnandi heild.

Leikararnir eru partar í einum stríði, sum snýr seg um heiður, stíl, professionalismu og nú eisini pening. Fjeppararnir, strongdir av harðari arbeiðsviku, standa framvið vøllinum og sita á lektarunum og blása tungar gerandistankar úr heysunum. Hetta er sum at syngja í kóri, øll hava sama og bara eitt fokus. Bóltin, leikarasnildi og úrslitið. Og tað besta við fótbóltinum er savningarmegin, sum í 90 minuttir megnar at fáa blikkenslagaran, útróðrarmannin og milliarderin at standa undir liðini á hvørjum øðrum, har teir í samróðri hugsavna seg um eitt og tað sama, og rópa og geyla alt eftir hvussu tað vignast á vøllinum, uttan yvirhøvur at taka atlit til tað, sum hesir annars fáast við í gerandisdegnum. Eitt slag av tíðarmáldum katharsis.

Tað ber ikki til at yvirmeta týdningin av einum vælvirkandi ítróttarfelag í eini kommunu, og tíbetur eiga vit fleiri av teimum. Men í ár er tað hin gamla daman í býnum sum fyllir runt. 60 ár. NSÍ hevur havt ein kolossalan týdning. Fyri børn, unglingar, og vaksin. Eisini fyri okkum sum upplivdu ta stóru gleði á gamalsaldrinum, at gerast føroyameistarar við 4. deildarliðnum hjá Sigga hjá Ning. Savningar- og samleikamegina í hesum skilir ein bert, um man hugsar um hvør støðan hevði verið, um felagið brádliga ein dagin slóknaði med alla.

Fótbólturin er so ungur í økinum, at eg var longu farin av bygdini í skúla- og arbeiðsørindum, táið hann veruliga tók seg upp, tí fekk eg nakað av hondbóltinum á plenuni omanfyri Glyvra skúla við, og so eitt seinri og styttri fótbóltsskeið, eftir at búkurin var ovmikið prúðkaður, knøðini viknað og bara eitt gervi var eftir á motorinum – 1. gear.

Harfyri er áhugin ikki viknaður. Í Vespuni spáddi eg einaferð fyrr í ár, at greipan var ein møguleiki í 2017. Vit fingu helmingin av henni, og tað var ein óvanliga góður dagur. Betri enn teir flestu. Tað var snávað í FM-stríðnum í ár, og hetta fær meg at hugsa um eina av mongu ferðunum, vit lógu í dokkini í Grimsby. Táið ørindini í eingilska havnarbýnum vóru avgreidd, gjørdu vit sjóklárt og bíðaðu eftir flóðini. Fáar staðir rennur rákið stríðari enn har við eysturstrond Bretlands, Humber áin er onki undantak, og tað ræður um at vera rímiliga knappur í mun til sjóvarfallið, skal alt spæla væl av.

Loðsurin var stundisligur og kom umborð í ríkiliga góðari tíð. Eftir hevjanina í rætta vatnstøðu í slúsini, sigldu vit eystur ímóti stóru ljósboyuni, áður lá eitt vitaskip á knattstøðuni, ið liggur út fyri munnanum á ánni. Vit báðir spjallaðu saman um leyst og fast. Fittligur maður, og spurdur um hann ongantíð var komin í trupulleikar av máttmiklu natúrelementunum, sum flyta sjógvin um hesar leiðir, segði hann mær m.a. frá einu ferðini, hann var komin umborð á ein føroyskan línubát, sum hevði landað í Grimsby fyrra partin av sekstiárunum.

Tíðin var knøpp, og umsíðir fann hann skiparan liggjandi á bonkinum í bestikkrúminum. Í fullari mundering og keppinum á skrá. Passaligur var hann eisini, hevði fylt á nevið í ríkiligara lagi. Teir kendust, og loðsurin sigur við skiparan: “Nú skal tað ganga skjótt, ella røkka vit ikki flóðina.” Í tí skiparin leggur seg á hina liðuna letur í honum: “Mr. pilot, don´t worry, there will always be a tide again.” Tað kemur altíð ein flóð aftur, og á næstu flóðini stimaði ein avrúsaður skipari, við góðari hjálp frá loðsinum, út eftir Humber ánni ávegis til fiskiskap onkustaðni í norðurhøvum. Hesin var annars kendur sum rokskipari í Føroyum.

Tað kemur altíð ein flóð aftur. Soleiðis er tað eisini í fótbólti. Vónandi fara leikarar, venjarar, fyriskiparar og nevnd at fylgja rákinum neyvt í 2018 soleiðis, at man ikki liggur sjóvarfallið av sær, og tað merkir, at FM-heitið í EFFO-deildini kemur aftur til býin á øðrum sinni nakrantíð. Ein steypasigur er nú heldur ikki at forsmáa. Hjartaliga til lukku við teimum 60, og mátti byrurin verið felagnum blíður í allari óavmarkaðari framtíð.

Til lukku.