HEIM
04.04.2007

NSÍ og Skála fáa Áskoðarapláss

Fótbóltsfeløgini NSÍ og Skála fáa nýggj áskoðarapláss í næstum.

Áskoðaraplássini sum fótbóltsfeløgini NSÍ og Skála fáa,eru av sama slagi sum td Manchester United og Ullevalla Stadion í Oslo nýta.

Talan er um "klappstólar",sum halda væl ímóti vindi,veðri og sterkum sólarljósi.Stólarnir gera tað eisini rúmligari at ganga ímillum røðirnar.

Klappstólar verða mettir at vera teir best egnaðu sum áskoðarapláss, har sterk sól, vindur og nógv regn herjar.

Stólarnir verða lætnir í eyðkennislitunum hjá báðum feløgunum.

Stólarnir eru av merkinum Spectator Seating,og teljast ímillum mest seldu áskoðarapláss í Bretlandi og Skandinavia.

www.handil.fo