HEIM
23.03.2007

NSÍ hátíðarheldur 50 ára stovningardag

NSÍ hátíðarheldur 50 ára stovningardag

Tann 24. mars 1957 varð ítróttarfelagið hjá NSÍ stovnað, og veður í hesum sambandi skipað fyri ymiskum tiltøkum á sjálvum 50 ára føðingardegum í morgin leygardagin tann 24. mars.

Byrjað verður longu um morgunin kl. 9.00 á fótbóltsvøllinum við Løkin, har fótbóltsdystir verða fyri tær yngru deildirnar. Dystirnar eru skipaðir sum steypadystir, har tey vinnandi liðini fáa steyp til ognar.

Telt verður sett um við vøllin í hesum sambandi, og fáa børnini pylsur og sodavatn. Tey vaksnu fáa kaffi og køkur.

Steðgur verður síðani í skránni meðan landsdysturin millum Føroyar og Ukraina verður leiktur á Svangaskarði.

Aftaná landsdystin verður móttøka í býráðssalinum í Runavík. Afturvið ábiti og tónleiki verður har ymiskt á skránni. Føðingardagsheilsanir koma at verða frambornar, nýggjur heiðurslimur kemur at verða útnevndur, nýggj heimasíða kemur at verða avdúkað og ymiskt annað áhugavert er á skránni.

Enda verður við føðingardagsdansi í støkkhøllini har Hjalti, Arni, Jákup, Kai og Signar koma at spæla til dans. Aðrar góðar gamlar NSÍ kempur koma ætlandi eisini at kryddra kvøldið.

Tað at NSÍ kann halda 50 ára føðingardag nú í morgin leygardagin kemur eisini at seta sín dám býin í aðrar mátar, og leggja fyrireikararnir dent á, at øll eru hjartaliga vælkomin til øll tiltøkini sum verða fyriskipað hendan dagin.